Skriva út

Gamal morgunsálmur úr Hesti

04.09.2020 Tíðindi


Í einum prentaðum sálmablaði eftirlýsir Absalon Joensen prestur upprunan til ein gamlan morgunsálm úr Hesti, »I Jesu Navn staar jeg nu op«. Hann hevði fingið sálmin frá einum av eftirkomarum Elspu Pálsdóttir í Soylu á Sandi. Elspa var úr Ólastovu í Hesti og gift til Sands í 1776.

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Árini 1914-1919 var Absalon Joensen (1872-1950) annarprestur í Suðurstreymoyar prestagjaldi. Hesa tíðina avloysti hann sum prestur í Sandoy, m.a. fyri A. C. Evensen, tá hann var í Danmark at søkja sær heilsubót.
Hesa tíðina  fær Absalon Joensen fatur á einum ókendum morgunsálmi, ið Elspa Pálsdóttir í Soylu á Sandi hevði við sær úr Hesti. Hon giftist til Sands í 1776 við Dánjali Dánjalssyni í Soylu, og tað er frá einum av eftirkomarum teirra, Absalon hevur fingið sálmin »I Jesu Navn staar jeg nu op«.

Á einum prentaðum sálmablaði eftirlýsir Absalon Joensen upprunanum til morgunsálmin:

»En Morgensalme
af ubekendt Oprindelse, som mere end halvandet Hundrede Aar har været kendt og skattet og lært udenad fra Led til Led i en og samme Familie paa Sandø. Den, der har fremsagt Salmen for undertegnede, er en c. halvhundredaarig Efterkommer i femte Led, af den Person, som denne Familie-Arv vides at nedstamme fra, nemlig Elsebeth fra Hestø, gift med Daniel i Søjlum paa Sand. Men den samme Elsebeth havde lært Salmen, af en Mand som kaldtes Pætur á Kletti. For Oplysninger angaende selve Salmen og den Person, som den i Tiden følges længst tilbage til: Pætur á Kletti, vil Undertegnede vær taknemlig.

Absalon Joensen«

Absalon Joensen (1872-1950). Árini 1914-1919 var hann annarprestur í Suðurstreymoyar prestagjaldi. Hesa tíðina var hann eisini av og á avloysaraprestur í Sandoy og fekk tá fatur í morgunsálminum »I Jesu Navn staar jeg nu op«.

Sálmurin er hesin:

I Jesu Navn staar jeg nu op,
Jeg rolig haver sovet.
Uskadt er baade Sjæl og Krop,
Gud være evigt lovet.
Gud lade mig med Fryd opstaa
Paa Dommedag, og da indgaa
Til evig Fryd og Glæde.

Jeg toer af mig, hvad urent er
Paa Ansigt og paa Hænder.
Syndens Urenhed jeg i mig bær,
Som Du, o Gud, bedst kender.
Defor toe mig, og Jesus god,
Med dit dyreværdige Rosens-Blod,
Af alle mine Synder.

Mit Legem jeg nu klæde vil
Med sømmelige Klæder.
Beklæd mig dog, o Frelser mild,
Med Dyd og gode Sæder.
Ifør mig din Retfærdighed,
Og krone mig med Salighed,
Udi i dit Himmerige.

Jeg vil gaa til min Gerning ud,
Og mig i Haand befale
Med Liv og Sjæl den gode Gud,
Samt Gerning Ord og Tale.
Min Indgang og min Udgang med
Velsigne Gud paa hvert et Sted,
Samt alt, hvad jeg skal gøre.

Velsigne og bevare vel
Din Menighed og Kirke!
Lad dit Ord trøste vores Sjæl,
Og alt godt i os virke.
Tag ikke bort dit rene Ord,
Men lad os ydmyg ved dit Bord
Det salige Maaltid nyde.

Vor kære kristen Øvrighed
Gud naadelig bevare! –
Og hver udi sit Kald og Sted
Fra Angest, Nød og Fare.
Gud trøste enhver bedrøvet Sjæl,
Og alle syge hjælpe vel! –
Hjælp hver, din Hjælp begærer.

Giv Næring og vort daglige Brød!
Og, Gud os vel bevare
Fra Krig og Pest og Hungersnød
Og fra al anden fare. –
Ja, giv os Sundhed, Ro og Fred,
Dertil en god Samvittighed
Indtil vor sidste Ende.

Lad denne Dag fuldendes vel
Uden Synd, Sorrig og Vaade,
Gud trøste mig til Liv og Sjæl,
Og giv mig det af Naade,
At naar jeg engang skilles skal
Fra denne usle Jammerdal,
Jeg da maa salig blive!

O, Jesus Krist, mit Haab og Trøst,
Hør hvad jeg har begæret!
Om end hos mig stor Fejl og Brøst
Har i min Andagt været.
Hør mig i al Elendighed,
I hvad mig er til Salighed.
Bønhør mig Jesus, Amen!

Tað er ivasamt, um húsini á Kletti hava verið til í 1700-árunum. Húsið hoyrir til tey yngru búsetrini í Hesti, men Pæturs-navnið (ɔ: Petur) hevur verið í hesum húsi. Í 1912 gongur tann seinasti við hesum navni burtur við »Oliviu« hjá Nap. Andreassen í Havn (Poli í Dali). Hann æt Peter Petersen og varð nevndur Petur á Kletti. Við »Oliviu« gekk eisini burtur sonur hansara Petur Jákup og tveir aðrir hestmenn, Anton Danielsen á Nýlendi og Martin Zachariasen norðan fyri Garð.

Av gomlu ættini á Kletti er eingin eftir í Hesti. Tann seinasti, Mikkjal Petersen, sigldi nógv ár við skipum í Vági, »Borgini« og »Vágbingi«, og var búsitandi har í bygdini. Í Hesti varð hann nevndur Mikkjal á Kletti, millum avbygdafólk Mikkjal í Hesti. Tey seinnu árini var hann á Uppihaldsdeildini í Havn. Hann var giftur Signhild Bech av Tvøroyri, børn teirra búsettust í Íslandi, Havn, Tvøroyri og í Danmark. Í 1969 fluttu Ruth og Niclas Lyngvej við synum teirra í húsini á Kletti.

Tey flestu gomlu húsini í Hesti bóru stovunøvn, t.d. Andrasstova, Jósansstova, Nýggjustova, Elvustova, Norðistova (seinni Uppistova), Sakrastova og Ólastova. Onnur hús bóru nøvn sum Tobbabúð, Trúlhús, í Búð og Klivin. Nýggjari hús bóru navn eftir staðnum, tey vórðu bygd, á Kletti, á Stykki, á Nýlendi, á Teigagarði, við Gróthúsá, á Bakka, norðan fyri Vegg, norðan fyri Garð og á Fløtti.

Ólastova var niðasta sethús oman móti sjónum, bátastøðni, nevnd Niðri í Fjøru. Í nógvum uppgangi breyt brimið niðan á húsini. Tey vórðu seinni flutt niðan á heimrust á Steffansjørð, sunnnan fyri gomlu bygdina, men varðveittu gamla húsanavnið á nýggju grundini. Eingin av teim gomlu í Ólastovu er meira í Hesti; tey seinastu vóru systkini Sigrid og Hans Pauli Høivig; tey vóru ógift og áttu ongar eftirkomarar. Í 1964 fluttu Fríðbjørg og Magnus Zachariasen í húsini.

Elspa, ið hevði nevnda morgunsálm við sær til Sands, var dóttir Billu Hanusardóttur og Páll Jógvansson í Ólastovu, nevndur Einivolds-Páll. Elspa og Dánjal í Soylu áttu tvær døtur, Sunnivu og Billu. Sunniva (1778-1869) giftist inn í Soylu við Póli Jóannesarsyni úr Klæmintsstovu í Dali. Tey áttu dóttrina Onnu (1796-1878), sum arvaði allar níggju óðalsmerkurnar í Soylu. Hon giftist Póli Jóannesarsyni (1787-1874) úr Dalsgarði í Skálavík. Tey áttu átta børn, og frá teimum eru mangir eftirkomarar, bæði á Sandi og aðrastaðni. Yngra dóttir Elspu og Dánjal í Soylu, Billa (1779-1808), giftist í 1807 yvir í Traðir við tólvmarkabóndanum Jógvani Mortanssyni, men hon doyði nakrar mánaðir seinni, barnleys.

Hvør tann hestmaður er, nevndur Pætur á Kletti, ið hevur yrkt ella borið víðari morgunsálmin »I Jesu Navn staar jeg nu op«, er ikki greitt, men sum nevnt hevur hann valla búð í húsi við hesum navni í 1700-árunum. Prentaða sálmablaðið við eftirlýsingini læt Absalon Joensen senda tilskriftarleyst í Suðurstreymoyar og Sandoyar prestagjaldum.

Í Hestsøgu sigur Jóan Christian Poulsen (1881-1970) – í kapittlinum Kirkjusøgan – at umframt tað, ið lisið og sungið var allar halgidagar, og kvøldbønirnar, ið lisnar vórðu hvørt kvøld vetur og vár, dugdu hestfólk nógvar sálmar og kristiligar vísur úr ymsum bókum, ið ofta varð trivið í at syngja.

»Yvirhøvur má tað sigast um forfedrar okkara í Hesti, at gudsótti hevur havt djúpar røtur í sálarlívi teirra. Um mangt kundi vera, ið elvdi klandur, so var tó eitt halgað rúm í hjørtum teirra, ið var toluliga óspilt, og sum dró sálina upp frá tí, ið var hold- og jarðarbundið«, sigur Jóan Chr. Poulsen.


Tíðindamynd:

Hests bygd umleið 1912. Umframt tað, ið lisið og sungið var allar halgidagar, og kvøldbønirnar, ið lisnar vórðu hvørt kvøld vetur og vár, dugdu hestfólk nógvar sálmar og kristiligar vísur úr ymsum bókum, ið ofta varð trivið í at syngja.