Skriva út

Fuglafjarðar prestagjald innstillað prest

13.05.2020 Tíðindi


Á felags kirkjuráðsfundi mánadagin 11. mai innstillaðu kirkjuráðini Gerhard Jónsson Mikkelsen í embætið. Væntandi tekur hann við kallinum fyrst í september.

Gerhard hevur verið sóknarprestur í Karlslunde Strandkirke síðan á vári 2014.

Gerhard er hálvur toftamaður. Saman við foreldrunum búði hann á Toftum tey sjey fyrstu árini, inntil familjan flutti til Danmarkar at búgva.

Gerhard er giftur við Silviu á Bergi Mikkelsen og tey eiga tvey børn, nú tey flyta heimaftur at búgva.

Tað er landsstýrismaður í kirkjumálum, ið endaliga útnevnir sóknarprestin.

JF