Skriva út

Frálæra í orgulspæli

12.05.2020 Tíðindi


Møguleiki nú er fyri at tekna seg til frálæru í orgulspæl á Tórshavnar musikkskúla.

Einstaklingundirvísing á øllum stigum og greinum: Byrjunarundirvísing við nótalæru og eftirútbúgving.

Sálma- og kunstspæl, improvisatión, teori v.m.

Eisini er opið tilmelding til upptøkuroynd til Orgulleikararútbúgvingina, sum samsvarar donsku PO-útbúgvingina.

Áhugaði eru vælkomin at venda sær til Gudmund Mortensen Tlf. 28 11 02.

Sí annars: www.TM.fo um meir kunning og tilmelding.