Skriva út

Fólkakirkjan og jólini 2020

14.12.2020 Tíðindi


Leiðslan í fólkakirkjuni mælir til, at ongar gudstænastur verða í kirkjunum jólaaftan og jóladag.

Tilmælið byggir á tíðindafund Løgmans í dag, 14. desember 2020, har støðan við atliti at Covid-19 og jólahaldi var umrødd.

Gudstænasturnar og tær kirkjuligu tænasturnar annars fylgja tilmælinum frá leiðslu kirkjurnar dagfest 21. oktober 2020.

Tórshavn 14. desember 2020

Uni Næs, dómpróstur
Jógvan Fríðriksson, biskupur