Skriva út

Fólkakirkjan letur varisliga uppaftur – tilmæli við atliti at Covid-19

11.05.2020 Tíðindi

Kirkjan – bygningurin – kirkjuráðið.
Kirkjuráðini hava sum vituligt er ábyrgdina av kirkjuni í allar mátar, t.d. viðlíkahald, røkt, reinføri og fíggjarlig atlit. Hetta er í góðum og tryggum hondum.
Yvirskipað er ábyrgdin eitt felags øki í samstarvi millum ymiskar kirkjuliga myndugleikar. t.d. kirkjuráðið, sóknarprestin, Próstadømisráðið, Føroya Stiftsstjórn, dómpróst og biskup.
Leiðslan í fólkakirkjuni – dómpróstur og biskupur – hevur hesi tilmæli: Tilmæli okkara til kirkjuráð og prestar fylgja almennu tilmælunum, so trygdin hjá kirkjufólkinum, kirkjutænarum, presti og viðskiftafólki er í hásæti við atliti at virkseminum í kirkjuni.

Kirkjuráðið hevur saman við kirkjunnar tænarum ábyrgd av:
 • At reinføri er gott, t.d. nýtsla av spritti og pappíri til hendurnar.
 • At vit ikki sita ov tætt saman í kirkjuni, men sita í hóskandi frástøðu – 2 metrar. Tó, fólk úr sama húsi kunnu sita saman. Hetta er galdandi bæði til  gudstænastur, jarðarferðir og vígslur.
 • At sitið verður diagonalt á aðru hvørjari brík í skipinum.
 • At fólkatalið í teimum stóru kirkjunum til gudstænastu, jarðarferð og brúðarvígslu í mesta lagi er 100.
 • At fólkatalið í teimum miðalstóru kirkjunum til gudstænastu, jarðarferð og brúðarvígslu í mesta lagi er 75.
 • At fólkatalið í teimum smærri kirkjunum til gudstænastu, jarðarferð og brúðarvígslu í mesta lagi er 30.
 • At frámerki, t.d. eitt A 5 ark, vísir staðið/støðini har sitið verður á stólunum.
 • At kirkjukaffi og ervi ikki vera í kirkjunum innan 1. september 2020.
 • At ongar konsertir verða hildnar í kirkjunum innan 1. september 2020.
 • At sálmabókin ikki verður nýtt til gudstænastur og kirkjuligar tænastur innan 1. september 2020. Heitt verður á fólk um at hava sína egnu sálmabók við. Víst  verður eisini til sálmabókaappina.
 • At kirkjan ikki er opin fyri ferðafólki innan 1. september 2020.

Sóknarpresturin hevur ábyrgd av:
 • At kunna kirkjufólkið av prædikustólinum um týdningin av frástøðu og reinføri við atliti at gudstænastum og kirkjuligum tænastum.
 • At kunna kirkjufólkið av prædikustólinum um, hvussu skilabest og tryggast verður farið út úr kirkjuni, eftir at gudstænastan er liðug.
 • At tað til eina og hvørja tíð ásetta hámarkið av fólki í kirkjuni verður hildið.
 • At sakramentini – dópur og altargangur – ikki verða umsitin undir gudstænastuni innan 1. september 2020.
 • At dópsins sakramenti verður umsitið í góðum samskifti við tey avvarðandi uttanfyri gudstænastuna / hámessutíð. Tey, ið eru til staðar í dópsløtuni, eru:  Foreldrini, systkini, ommur og abbar, faddrarnir og tey allar nærmastu. Í mesta lagi 30 – 50 fólk alt eftir støddini á kirkjuni. 
 • At brúðarpørini til kirkjuliga vígslu verða kunnað um galdandi ásetingar. At hámarkið fyri vitjandi í kirkjuni undir eini vígslu verður hildið. At frástøðan  verður hildin.
 • Sóknarpresturin hevur evstu ábyrgd av tí, sum fer fram í kirkjuni við atliti at gudstænastu, dópi, vígslu og jarðarferð. Tað merkir, at sóknarpresturin sum  embætismaður (m/k) er myndugleikin.

Tórshavn 7. mai 2020

Uni Næs, dómpróstur,
Jógvan Fríðriksson, biskupur