Skriva út

Fólkakirkjan letur varisliga uppaftur 11. mai 2020

01.05.2020 Tíðindi


Við støði í tíðindafundi Løgmans í gjár verður boðað frá, at fólkakirkjan varisliga letur uppaftur í viku 20/20. Talan er um alt virksemi hjá fólkakirkjuni.

Fyrsta gudstænastan verður sunnudagin 17. mai. Gudstænastan verður skipað sambært almennu tilmælunum, t.d. reinføri og fjarstøða. Fyribils verður hvørki dópur ella altargongd undur gudstænastunum. Talið av luttakarum verður avmarkað.

Dómpróstur og biskupur koma at gera neyvari ásetingar og leiðbeiningar við atliti at gudstænastum og tænastum prestanna.

Eftir ætlan hava kirkjuráðini og sóknarprestarnir í seinasta lagi tilmælið frá leiðslu kirkjunnar leygardagin 9. mai 2020. Tilmælið verður orðað í neyvum samstarvi við politiska og heilsufrøðiliga myndugleikan.

Tórshavn 1. mai 2020
Uni Næs, dómpróstur
Jógvan Fríðriksson, biskupur