Skriva út

Fólkakirkjan avlýsir gudstænasturnar

20.03.2020 Tíðindi


Coronasmittan ger um seg í øllum heiminum. Kirkjuligu myndugleikarnir hava fylgt gongdini frá degi til annan. Vit hava lurtað eftir tilmælunum frá landsins myndugleikum, og vit takka fyri gott arbeiði.

Við støði í fráboðan Løgmans á tíðindafundi í Kringvarpinum í dag verða átøkini, ið fólkakirkjan áður hevur sett í verk vegna Covid-19, longd til 13. apríl, ið er annar páskadagur.

Boðað verður frá, at allar gudstænastur í teimum føroysku kirkjunum verða avlýstar. Fyrst í viku 16 verður avgerðin endurskoðað.

Tórshavn 20. mars 2020

Uni Næs, dómpróstur

Jógvan Fríðriksson, biskupur