Skriva út

Festivalgudstænasta v/altargongd í "Fjósinum" í Syðrugøtu

12.07.2019 Tíðindi


Festivalgudstænasta á G!

Leygarmorgunin, 13. juli kl. 11:00 verður G!festivalgudstænasta við altargongd. Gudstænastan verður hildin í Fjósinum í Syðrugøtu. Í ár prædikar Theodor Eli Dam Olsen og kórið Eystanljóð syngur. Eftir gudstænastuna verður kirkjukaffi at fáa í hoyggjhúskirkjuni.

Hoyggjhúskirkjan í Syrðugøtu, beint yvir av Valhøll, er harumframt opin hóskvøld og fríggjakvøld frá 18:00 – 00:00 har møguleiki er hjá festivalgestum at koma inn at fáa sær ein kaffimunn, eitt prát við ein av prestunum, ella bara njóta kvirruna eina løtu.