Skriva út

Felagsskapurin Mirjam

18.05.2020 Tíðindi


Felagsskapurin Mirjam er ein sjálvsognarstovnur, ið byrjaði í smáum fyri 10 árum síðani. Í 2017 bleiv sjálvsognarstovnurin formliga settur á stovn við egnum viðtøkum, V-tali og skráseting hjá TAKS.

Felagskapurin Mirjam er ein diakonalur felaskapur sum hevur bústað í Klaksvík og virkar við Kvinnu Ìverksetan í Liberia og Kenja.

Navnið Mirjam er heintað úr Bíbliuni, har vit lesa, at hon var profetkona. Eisini lesa vit, at hon var fyriskipari og leiðari. Tað er ein partur av hugsjónini aftanfyri felagsskapin Mirjam, tí vit arbeiða við íverksetan millum kvinnur, har vit eisini leggja dent á at vísa og eggja til kristnan næstrakærleika.

Vit arbeiða miðvíst at stuðla kvinnum, og hevur hetta sína náttúrligu grundgeving, tí ofta hava tær alla dagligu ábyrgdina av familjuni og børnunum, hóast tær onga inntøku hava. Og tann lítla inntøkan, sum hoyrir til húskið, verður ofta brúkt til annað enn familjuna. Hetta ynskja vit at bøta um, og okkara royndir vísa, at tað gera vit best við at stuðla kvinnunum at gerast sjálvstøðugar vinnurekandi soleiðis, at tær, saman við allari familjuni megna at fóta sær betri.

Okkara persónligu royndir at arbeiða uttanlands strekkja seg nú yvir uml. 35 ár, og vit síggja støðuga menning, tá vit rætta fólki eina hond at klára seg sjálvi. Tað er eisini av og á neyðugt at lata stuðul og gávur sum bráðfeingis neyðhjálp; men tey veruligu og varandi úrslitini síggjast best, tá fólk sjálvi taka ábyrgd av egnari familju. Hetta er blivið okkara kjarnuførleiki – at stuðla til íverkseting og menning.

Vit arbeiða í Liberia og í Kenja, og vit hava sera neyvt samstarv við álítandi fólk á hvørjum staði, har vit arbeiða. Sí útgreining av okkara virksemi á Facebooksíðuni MIRJAM.

Frits Johannesen hevur málað hendan málningin um hendingina, tá Mirjam, profetkona, tók glymskál í hond, og allar konurnar komu aftan á, sum tað stendur skrivað í 2. Mósebók. 15,20.

Persónarnir sum standa handan Felagskapin eru Hilda Viderø, Johannes Johannessen úr Klaksvík og Anne Sophie Nordendal úr Bø.