Skriva út

Evangeli'ini eru eini gleðiboð - ikki sorgarboð

30.05.2019 Tíðindi


- Hóast eg havi lisið nógvar morgunlestrar í útvarpinum, so er tað altíð løgið at hoyra sína egnu rødd soleiðis!

Hesar seinastu vikurnar er tað Ann Dahl Hansen, sum er prestur í Havn ið hevur havt høvið at skriva og lesa morgunlestrarnar, sum verða sendir hvønn gerandisdag í Kringvarpinum.

Í eini grein í farnu viku greiddi Ann frá, hvussu hon fyrireikar seg uppá at skriva hesar lestrar, sum hesaferð hava viðgjørt tey 10. boðini. Hon greiddi her frá, at hon í miðal brúkar minst tríggjar tímar um hvønn lesturin.

Eitt er at fyrireika seg í bøn og lestri til hvønn lesturin. Men at skula hoyra seg sjálva í útvarpinum, og haraftrat hoyra frá fólki at tey eisini hava lurtað eftir morgunandaktini, - tað er nakað heilt fyri seg.

- Nei, eg venji meg ongantíð við at hoyra meg sjálva. Eg haldi altíð, at eg ljóði so prestalig, sigur Ann við einum brosi.

Og hon leggur aftrat:

- Men eg leggi meg eftir, at eg skal ikki lesa morgunlestrarnar upp, men heldur at tosa teir. Eg veit ikki, um tað eydnast, men eg royni í øllum førum.

GLEÐIBOÐ – IKKI SORGARBOÐ
Tað er sjálvandi munur á at skriva eina prædiku, sum onkur annar skal lesa, ella sum onkur skal hoyra.

Hetta hevur Ann eisini fyri eyga, tá hon situr og fyrireikar seg til ein morgunlestur, eina prædiku ella hvat tað er.

- Fyri meg hevur tað stóran týdning, at vit hava evangeli’ini at halda okkum til, og tá er av týdningi at vita, at tey eru eini gleðiboð, og ikki eini sorgarboð. Tí leggi eg meg eisini eftir, at røddin ikki skal vera ov tung, men heldur meiri merkt av gleði, sigur Ann, sum í sama andadrátti leggur aftrat:

- Tá ið eg havi hoyrt meg sjálva í tvær vikur í útvarpinum, eri eg ræðuliga troytt av mær sjálvari. Men tað er løgið, og eisini øgiliga sárbært. Tí tú útstillar teg, tínar tankar, hugsanir og ja, tína trúgv.

Men hvørjar reaksjónir fær so prestur frá fólki, ið hava lurtað eftir einum av morgunlestrum hennara?

EG ERI BARA EG
Lurtarakanningar hjá Kringvarpinum hava víst, at júst sendingin við morgunlestrunum er millum tær, sum – hóast hon er stutt – hevur eitt sera høgt tal av lurtarum.

Hetta vísa so kanningarnar. Men hevur Ann sjálv fingið nakrar viðmerkingar frá fólki? Ella, er nakar sum yvirhøvur lurtar eftir morgunlestrunum í útvarpinum?

- Eg veit ikki, um tað er nakað serføroyskt, men kanska duga vit ikki altíð so væl at rósa, men eru betri til at finnast at. Tó má eg siga, at eg upplivi í samband við morgunlestrarnar, at fólk eru ófør at rósa.

- Eg havi fingið nógvar teldupostar, persónlig boð á Facebook, eins og fólk hava ringt til mín, meðan onnur hava steðgað mær á gøtuni og hava takkað fyri. Tá gerist eg so rørd, greiðir hon frá.

- Eg veit, at tað krevur nakað av fólki soleiðis at venda sær beinleiðis til mín. Og eg eri so ómetaliga takksom fyri hvørja einastu heilsan. Tað er tó serliga eitt, sum gleðir meg. Tað er tá fólk siga, at eg eri autentisk og tosi inn í gerandislívið, men við einum greiðum Kristus-sentreraðum boðskapi.

- Eg gleðist eisini um, tá ið tey siga, at tey skilja tað sum eg royni at siga. Eg gerist veruliga so rørd og takksom av tí. Men eg royni ongantíð at lata tøkkina steðga hjá mær. Tað eri ikki eg, sum havi uppiborið hana, men Jesus. Eg beri bara boðskapin víðari.

- Ikki tí, at eg eri serliga dugnalig ella góð - ella eitt serligt menniskja. Eg eri bara eg. Men sjálvt meg, kann Hann altso brúka, vísir hon á.

LIVI IKKI AV RÓSI
Nú hevur Ann longu verið prestur í fleiri ár, og hesa tíðina er hon so líðandi vorðin dugnaligari til, sum hon sigur: - Ikki at verða bundin av rósi frá fólki.

- Ja, skil meg rætt. Tað er so gevandi at fáa at vita, tá ið man hevur gjørt nakað gott og nakað sum fólk kunnu brúka. Men eg veit, tá ið eg havi gjørt eitt gott arbeiði. Eingin behøvist at siga tað við meg, fyri at eg skal vita at tað er gott.

- Tí fari eg ikki í kolkjallaran, um fólk ikki rósa mær, leggur Ann dent á.

Og hon endar samrøðuna við hesum orðum:

- Um tað var rós eg livdi fyri, so veit eg akkurát, hvat eg skal siga fyri at fáa tað. Men tað er ikki avgerandi fyri meg. Tað, sum er avgerandi er, at eg eri trúføst móti Jesusi, móti Orðinum og móti tí, sum hann leggur mær á hjarta.

- Og tað at eg, kanska, við mínum royndum og við míni trúgv, kann vera eitt vitni fyri Hann.

(Lesið eisini áhugaverdu samrøðuna við Ann Dahl Hansen um, hvussu hon fyrireikar seg, tá hon skrivar tann einstaka morgunlesturin. Greinin stóð á heimasíðuni 24.05.19)

Orð: Snorri Brend

Mynd: KVF