Skriva út

Endaligt sýn í Christianskirkjuni

20.09.2019 Tíðindi


Hósdagin 19. septembur var umvælingin av altartalvuni í Christianskirkjuni endaliga sýnað. Seks ár eru liðin síðani umvælingina.

Verkið er ogn hjá Statens Museum for Kunst.

Stjórin fyri CATS,  ( Centre for Art Technological Studies and Conservation ) dr. Jørgen Wadum prof. em. umboðaði eigaran.

Tom Egelund stjóri í Nordisk Konservering, lat eftir sýnið á stuttari samkomu í kirkjukjallaranum eigara og kirkjuligu myndugleikunum drúgva frágreiðing frá arbeiðinum, ið fór fram í tíðarskeiðinum septembur 2012 til mai 2013. Til ber at lesa hana niðanfyri.

Semja var um, at úrslitið var frálíkt og einastandandi.

Orð: AZ

Det store Gæstebud, rapport