Skriva út

Emil Olsen fer frá sum sóknarprestur

25.06.2019 Tíðindi


Símun, Sofus, Emil, Pól Johannes og Friðrika (Páll, ið var deknur hendan dagin, manglar tíverri á myndini)

Sunnudagin 20.01.19 hevði Emil Olsen, prestur, fráfaringargudstænastu við Gjógv eftir at hava verið sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi í meira enn 35 ár. Dagin eftir - mánadagin 21.01 - hevði hann jarðarferð við Gjógv, tá Hallgerð Sivertsen fór til gravar, 93 ára gomul. Eftir jarðarferðina spurdi eg Emil, um vit báðir ikki kundu fáa okkum eitt lítið prát á Gjáarvegi 11, og tí hevði hann einki ímóti. Vit prátaðu um leyst og fast, men eina mest um yrkisleið hansara. Bandupptakarin var á lofti, og væl liggur fyri hjá presti at práta, so tað var bara at seta mikrofonina frá:

Eg eri ættaður úr Hósvík og eri føddur 16.01.1956. Ég eri keypmanssonur. Pápi æt Esmar Olsen, og mamma æt Ella Olsen. Tey vóru bæði úr Hósvík, báðir abbarnir vóru eisini úr Hósvík, og báðar ommurnar vóru úr Hósvík, so eg eri ektaður hósvíkingur. Vit vóru átta systkin, tríggjar systrar og fimm brøður, men tríggir brøður eru deyðir. Eg gekk í einum lítlum barnaskúla í Hósvík - einum lítlum gróthúsi - men meðan eg gekk í skúla, bygdu teir tann nýggja skúlan, men eg kom ongatíð at ganga í honum, tí tað tíðarskeiðið fóru vit til Hvalvíkar at ganga í sætta og sjeynda flokki. Lærari mín í Hósvík var Hans Jacob Joensen, ættaður úr Hvalvík, og í Hvalvík vóru Sjúrður Ferjá, ættaður frá Gjógv, og Jórun Egholm, ættað av Eiði, lærarar. Tað árið, ið eg fór í sjeynda flokk, fór Sjúrður á Fróðskaparsetrið - á ársskeið í føroyskum, og Knút Olsen, læarari,  ættaður úr Sandavági, var so fyri hann.  Úr Hvalvík fór eg so til Vestmanna at ganga í realskúla, tí tað lá so væl fyri, at ein systir mín er gift við einum lærara í Vestmanna, Niels Brimnes. Tað løgna var tað, at í Hoydølum skuldi tú til upptøkuroynd, men í Vestmanna var eitt viðmæli frá læraranum nóg mikið. Knút Olsen hevði bara skrætt eina síðu úr eini skrivibók og skrivað stutt og greitt: "Emil Olsen verður óivað ein næmingur, ið tit verða glað fyri." Hetta hevur verið í 1970, og eg bleiv liðugur í 1973. Eg konfirmeraðist í Saksun um várið 1970. Petur Petersen var prestur, og tað vóru tveir konfirmantar úr Saksun, so Petur vildi hava konfirmatiónina har. Sum smádrongur hevði eg altíð sagt, at eg skuldi verða prestur. Nú eri eg 63 ára gamal, og ein hósvíkingur segði við meg nú ein dagin, at nú hevði eg verið prestur í 57 ár. Eg fór í skúla, tá ið eg var sjey ára gamal, og tá plagdi eg at spæla, at eg var prestur. Eg plagdi at standa uppi á einum bakka og prædika. Ein hundur var deyður ein dagin, og so komu boð eftir mær, at eg skuldi standa fyri jarðarferðini. Eisini havi eg staðið og messað uppi yvir smáfuglum.

Víðari á heimasíðuni bygdin Gjógv her: