Skriva út

Elisabeth skal hjálpa Liberia aftur á føtur

25.09.2019 Tíðindi


SKÁLA: Tað var ein heldur øðrvísi gudstænasta, sum leygarkvøldið 21. september varð hildin í kirkjuni á Skála.

Á skránni hetta vakra heystarkvøldið var ein gudstænasta, har eitt av bygdarfólkunum og kirkjufólkunum, Elisabeth Poulsen varð send út sum trúboðari til eitt arbeiði í afrikanska landinum Liberia.

Gudstænastan var skipað sum aðrar líknandi gudstænastur, har sóknarpresturin Símun Persson Jacobsen prædikaði og segði góð orð, í samband við tænastu hennara fyri danska missiónsfelagsskapin Promissio, sum føroyingar áður kendu sum Dansk Ethiopermission.

Prestur vísti á mongu gávur hennara, og sum eru komnar eitt nú Meinigheitshúsinum á Skála til góðar.

- Elisabeth brennur fyri tí, sum hon ger, og sparir ikki seg sjálva. Hon hevur altíð spurt, hvar Gud vil hava hana at tæna, og tað eiga vit onnur eisini at gera, legði hann dent á.

Eftir ætlan fer hon fyrstu ferð til Liberia um nakrar fáar vikur. Her skal Elisabeth (í hvítu blusini) verða partur av skúladeildini hjá luthersku kirkjuni. Hon skal millum annað arbeiða við at menna lærararnar við ráðgeving og skeiðum, veit málgagnið hjá Heimamissiónini – trubodin.fo – at siga.

MENNA SAMFELAGIÐ
Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at Elisabeth Poulsen fer av landinum í missiónstænastu. Hon hevur nevniliga verið virkin bæði í Etiopia og Botsvana, og hevur haraftrat lagt nógv eftir seg í missiónsarbeiðnum í og út frá Meinigheitshúsinum á Skála.

Nú skal hon so til Liberia í tænastu fyri Promissio, í samstarvi við føroyska felagsskapin Tæn Afrika, sum Elisabeth sjálv hevur verið við til at stovna og leiða.

Í Liberia skal Elisabeth sum nevnt arbeiða við at menna lærararnar. Støðan er hon, at flestu teirra hava onga formliga læraraútbúgving, og tí er stórur tørvur á størri innlit í ymiskar undirvísingarhættir og námsfrøðiliga grundan.

Og hon fær vist nóg mikið av takast við, tí kirkjan her hevur stórar avbjóðingar við skúlaskipanini. Henda skipan hevur alstóran tørv á menning í hesi landi, sum hevur verið rakt bæði av borgarakríggi og sótt.

- Tá lærarar verða mentir, mennir tú eisini børnini. Og tá ert tú eisini við til at fáa samfelagið aftur á føtur, segði Frede Ruby Østergaard, aðalskrivari í Promissio, tá hann talaði í Skála kirkju.

Elisabeth byrjar í starvi sínum fyrst í oktober, og ætlanin er at hon skal ferðast millum Føroyar og Liberia. Tað merkir at hon fer at vera einar tríggjar-fýra mánaðir úti og so ein mánað heima, her hon skal hava møtir og greiða frá arbeiðnum.

Orð: Snorri Brend
Mynd: trubodin.fo