Skriva út

Elektronisk orgul: Man velur ein sálm og trýstir á play

12.07.2019 Tíðindi


- Støðan her við Gjógv er, at vit eru so fá í kirkjuni. Vit eru kanska eini 10, onkutíð 12 til gudstænastu ein sunnumorgun.

- So tú skilir, at uttan hesa skipanina við elektroniskum urguleikara, hevði verið rættiliga ringt at sungið sálmarnar við eina gudstænastu, sigur Sofus Debes Johannesen.

Vit hava í tveimum undanfarnum greinum viðgjørt støðuna við Gjáar kirkju, har eingin fastur urguleikari hevur verið síðani einaferð miðskeiðis í 90’unum.

Tey kannaðu møguleikan fyri eini alternativari loysn, og komu tá í samband við eitt av tænastusinnaðu starvsfólkunum í handlinum Elding í SMS í Havn – Jan Zachariassen, ið arbeiddi har frá 1996 til 2000, og sum nú býr í Svøríki, saman við konu síni Malin.

Jan (sum er innfeldur í myndina) var royndur tónleikari, og fekk tí ein part av ábyrgdini fyri tónleikadeildini í Elding. Og tað var í hesum sambandi, at hann tann eina dagin fekk ein heldur øðrvísi fyrispurning frá einum av mongu viðskiftafólkunum har:

- Fyrispurningurin gekk í stuttum út uppá, um eg kundi geva teimum eitt tilboð uppá eitt digitalt kirkjuorgul til Gjáar kirkju. Einasta treytin ið tey settu var, at tað skuldi kunna spæla sjálvt, tí tey høvdu ongan fastan urguleikara í bygdini, minnist Jan afturá henda dagin í handlinum.

Tað vísti seg, at tey høvdu nærum allar sálmarnar á diskettum/floppy discs. Hann kannaði so málið, og kom fram til eitt merki av orglum, sum æt Johannes. Hesi orglini høvdu MIDI inngang, sum merkir, at tað kann stýrast við t.d. einum digitalum avspælara.

- Hetta var sum sagt síðst í 90-unum, so diskettir/floppy diskar vóru framvegis nýttir. Eg fann fram til eitt Yamaha-tól, sum tók diskettir og hevði haraftrat MIDI. Hetta bleiv so loysnin hjá Gjáar kirkju.

- Diskettu-støðin varð bundin saman við orglinum, og síðani var bara at velja sálm, og trýsta á play, sigur Jan Zachariasen við einum brosi.

Hann leggur aftrat, at nú hava flestu av hesum orglunum USB, heldur enn MIDI. Tí kann ein í dag, í roynd og veru, seta eina farteldu til slík orgul, og fáa tað at spæla hvat sum helst.

”EIGA IKKI SÁLMARNAR INNI”
Gjáar kirkja var tann fyrsta, ið fekk hesa skipanina til gudstænastur teirra. Tey fingu ein hollan urguleikara, Hans Erland í Brekkunum at spæla sálmarnar inn fyri góðum 25 árum síðani, og tað eru so hesar upptøkurnar sum verða brúktar enn í dag.

- Vit hava umleið 2/3 av Sálmabókini í okkara goymslu, so tað manglar nakað í, til vit hava allar sálmarnar. Hinvegin so er eingin sálmur úr Ískoytinum innspældur enn, greiðir Sofus frá.

Júst hetta kann hava sínar avbjóðingar við sær, tá prestur vitjar. Hann hevur frammanundan valt sær sínar sálmar út frá tí, sum tekstarrøðin annars leggur upp til. Men her í kirkjuni kann ein støða lættliga íkoma, at ein snøgt sagt ikki ”eigur sálmarnar inni”, um ein kann siga tað so.

- Nei, tíverri, eru ikki allir sálmarnir í okkara goymslu. Hinvegin plaga vit at finna loysnir hvørja ferð. Tíbetur er tað so, at nógv løg kunnu brúkast til fleiri av sálmunum. Og soleiðis hjálpast vit at við gudstænastum okkara, sigur Sofus.

Og hann leggur aftrat:
- Um so er at sálmurin hevur fleiri ørindi enn hin, ja, so trýsti eg bara á stopp, og so steðgar spælið upp við síðsta ørindi.

SAMA AVBJÓÐING
Sum skilst á Sofusi er kirkjufólkið í bygdini fegið um hesa loysnina við tí elektroniska urguleikaranum. Men lítil ivi man vera um, at mong helst høvdu ynskt sær ein veruligan urguleikara.

Nú var Gjáar kirkja tann fyrsta í so máta við hesi skipanini, men seinni hava aðrar føroyskar kirkjur sett somu skipanina í verk, umenn henda so er við nýggjari tøkni.

Støðan nógvastaðni í smærru kirkjuliðunum er júst tann sama sum við Gjógv: Tað er ringt, fyri ikki at siga ógjørligt at fáa fólk at spæla fast til gudstænasturnar í kirkjuni alt árið.

Her hava onkur kirkjuráð sæð seg noydd at verið kreativ, og hava sett í verk eina skipan, har ein er felags við eina grannakirkju um ein urguleikara, samstundis sum ein lagar sjálva kirkjutíðina til samsvarandi.

- Ja, fyri mong av hesum smærru kirkjuliðunum er spurningurin nøkulunda tann sami, sum hann var tað hjá okkum: ”Skal ein hava kirkjuna opna, ella skal ein ikki?”. Tíverri er tað blivið soleiðis, sigur Sofus ikki sørt harmur á málinum.

VANDI Í HVØRJARI VÆLFERÐ
Lítil ivi er um, at fyri kirkjufólkið við Gjógv er henda skipanin við mannleysum urguleikara ein fyrimunur – í øllum førum hava tey urguspæl til hvørja einastu gudstænastu.

Men hinvegin eru kortini tey, sum ikki eru eins fegin um at ein kirkja má seta eina slíka skipan í verk. Tey eftirlýsa eina veruliga loysn á hesum trupulleikanum við at útvega nóg mikið av urguleikarum. Ynskið er uttan iva, at allir partar í málinum seta seg saman at tosa um, hvussu ein kann finna ta bestu skipanina á økinum, millum annað við útbúgving, eftirútbúgving og ikki minst løn ella samsýning til urguleikaran.

Hesi nýta sum grundgeving, at við elektroniskum urguleikarum sleppa tær smærru kirkjurnar í roynd og veru undan at skula útvega sær ein urguleikara og gjalda teimum eina samsýning fyri hesa tænastuna, soleiðis sum vanligt er nógvastaðni.

Ein avleiðing av hesum kann tí saktans gerast hon, at slíkar skipanir gerast vanligar nógvastaðni, so – ja, at tørvurin á urguleikarum kann fara at hvørva so líðandi. Hetta merkir nevniliga, at kirkjurnar einans skulu gera hesa íløguna eina einstaka ferð, og so er sloppið.

Hinvegin eru tað nógvir av verandi urguleikarum okkara – harav fleiri teirra hava drúgvar royndir og eri væl skúlaðir innan hetta serøkið – sum, ikki uttan orsøk, óttast fyri at henda gongdin kann gerast tann sum kirkjunum dáma betri, tí hon jú er ódýrari uppá longri sikt.

- Jú, sigur Sofus, eg dugi væl at skilja tey sum siga, at tað er ein vandi fyri teirra tænastu sum urguleikarar við eini slíkari skipan.

- Men hinvegin vísir tað seg – bæði her hjá okkum og nógva aðrastaðni – at tað er sera trupult at fáa fatur á organistum. Veruleikin er snøgt sagt hann, at tað eru alt ov fáir urguleikarar í Føroyum.

(Undanfarnu greinar um hetta evnið vóru prentaðar her 13. juni 2019: Syngja við av lívsins kraft – uttan urguleikara, og 24. juni 2019: - Vit stóðu í roynd og veru uttan urguleikara).

Orð/mynd: Snorri Brend