Skriva út

- Eg havi altíð havt fastan sess í kirkjuni

10.10.2019 Tíðindi


- Eg elski hesa kirkjuna. Eg havi gingið í kirkju her síðani eg var barn – og gangi her enn, sigur Gunvør Hansen.

Hon er hiðani úr Árnafirði, er forkvinna í kirkjuráðnum, og hevur verið tað seinastu umleið 12 árini.

Henda eina dagin í september mánaði vóru allir kirkjuráðslimir og tænarar í Norðoyggjum bodnir til hugnaliga samkomu í Árnafjarðar kirkju.

Eftir hesa hugnaligu løtuna var farið yvir í Róðrarneystið, sum gott fólk í hesi lítlu bygdini hava megnað bæði at byggja og reka, til ein døgurðabita og áhugaverdan fyrilestur.

Í stuttari samrøðu, í hesum sambandi, sigur Gunvør, at hóast tað einans búgva sløk 70 fólk í bygdini, so eru tey ikki illa mannaði við kirkjutænarum.

- Her eru tíbetur fleiri, og tey eru trúgv í síni tænastu!

FAST PLÁSS
Gunvør er sum nevnt ættað úr Árnafirði, og hevði sum barn sítt fasta pláss í hesi lítlu og hugnaligu kirkjuni.

Kirkjan er annars vígd 10. oktober í 1937 – altso júst í dag fyri 82 árum síðani.

Og sum vanligt er í mongum kirkjum, so hava fólk sítt fasta pláss. Soleiðis var eisini hjá Gunvør.

- Ja, tá eg var barn, tá sat eg altíð har yviri. Men síðani eg bleiv gift havi eg sitið her yviri, greiðir hon frá.

Kirkjan hevur so avgjørt hennara áhuga, men tað lá ongantíð í kortunum at hon skuldi gerast forkvinna í kirkjuráðnum á sinni.

Gunvør var eykalimur í kirkjuráðnum, tá boð vóru eftir henni.

- Táverandi formaðurin segði seg frá, - og ja, eg var eykalimur. Men eingin annars vísti seg at hava hug at taka við formanssessinum.

- So eg var hálvavegna trýst til tað, men tað hevur verið OK, greiðir frá hon brosandi frá.

Í samrøðuni við Gunvør er tað nú ein sum blandar seg uppí, og sigur avgjørd, at Gunvør er ein fínur formaður: “Hon hevur simpelthen tjekk uppá alt!”. So er tað sagt!

Í kirkjuráðnum sita annars Gunvør Hansen, Sigrid Jógvansdóttir, Poul Eiden Müller og Theodor Askham Olsen.

NÓGV AT GERA
Tá Gunvør gjørdist forkvinna í ráðnum var støðan hon, at nógv var at gera við kirkjuna í Árnafirði.

- Hóast nógv ár eru liðin, so er framvegis nakað eftir at gera, leggur hon dent á.

Ymisk arbeiði eru framd í kirkjuni, men ein trupulleiki hevur verið, at trupult er at fáa fólk at gera arbeiðini, tí stórur tørvur er á handverkarum.

Tað tók soleiðis sína tíð at fáa hitan lagdan inn í kirkjuna. Men annars er kirkjan klødd og bjálvað av nýggjum, og fyri einum ári síðani vóru nýggj vindeygu sett í.

Nú er so ætlanin at fáa gjørt okkurt við kirkjuna uttanfyri.

- Ja, vit ynskja okkum eitt vakurt tún. Tilfarið er bílagt og komið, men aftur her eru vit komin í tann trupulleikan at tað er nærum ógjørligt at fáa onkran at gera arbeiðið, leggur hon dent á.

TRÚGVIR TÆNARAR
Kirkjuráðið í Árnafirði hittist soleiðis einar tvær ferðir um árið til fundar. Á eina fundinum, sum verður hildin beint eftir summarferiuna, er fíggjarætlanin fyri árið eftir altíð til umrøðu.

Tey eru tó í teirri hepnu støðu, at her eru nógvir kirkjutænarar, ið røkja sína tænastu, soleiðis at regluligar gudstænastur eru her.

Í Árnafirði eru sostatt tríggir deknar og tveir klokkarar, harav annar teirra er í slíkum høgum aldri, at hann kanska burdi verðið avloystur.

- Annars hava vit gudstænastu her hvønn einasta sunnudag. Men tað komur kortini onkutíð fyri, at vit avlýsa gudstænastuna, um eingin deknur er at lesa lestur.

- Vit hava ein fastan urguleikara og ein sum onkutíð loysir hann av. Her er tað so, at um tað ikki liggur fyri hjá nøkrum teirra at spæla, - ja, so er altíð onkur sum kann syngja fyri, sigur Gunvør við einum brosi.

Orð/mynd: Snorri Brend