Skriva út

Effata … hugvekjandi prædika

19.09.2019 Tíðindi


Gudstænasta í Hans Egede kirkju í Keypmannahavn

Sum kunnugt er føroysk gudstænasta fyrsta og triðja hvønn sunnudag í hvørjum mánaði í Hans Egede kirkju í Keypmannahavn.

Vanliga er tað føroyski presturin í Keypmannahavn, Borgný Brúnings Hansen, sum prædikar. Viðhvørt eru tað eisini aðrir føroyskir prestar bæði í Danmark og úr Føroyum, sum prædika.

Sunnudagin 15. september prædikaði Maria Jørðdal Niclasen.

Maria er stødd í Keypmannahavn, har hon fær sær útbúgving í teknimáli og kunnleika um, hvussu deyvakirkjan í Danmark arbeiðir.

Henda dagin prædikaði Maria yvir tekstin til 12.s.e.tríeindardag, har temaði var Effata. Hugvekjandi prædika … les

Orð: Uni Næs