Skriva út

Dugir tú at skyna á?

28.10.2020 Tíðindi


So upprann dagurin, tá vit skuldu flyta klokkuna ein tíma aftur. Onkur sigur í spølni ella kanska ikki í spølni “Hundans tíð, at eg flyti klokkuna ein tíma aftur! Eg vil ikki vera ein tann einasta tíma ov leingi í 2020”!

Minnist, hvussu tað var, tá eg skuldi læra klokkuna. Onki var talgilt, tað var urið um skøvningin, sum mann hugdi at og metti um, til mann hevði lært alt um sekund og minuttir.
“Dugir tú at skyna á?”, varð spurt. Tað var umráðandi, tí mann skuldi “taka tíðina í agt”, sum mamma segði. Onki oyðsl, tí tíðin var virðismikil. Og tíðin gongur, og vit hava runnið sum svøk og ynskt, at dagurin hevði fleiri tímar. Vit fáa strongd og fara heilt vilt at tosa um at vera í nú’inum, til alt ein dagsettan dag steðgaði, nevniliga 11. mars í ár.

Í dag er heilt nýggjur dagur, og lívið er púrasta broytt síðani 11. mars 2020, tá vanligi dagurin við sínum klokkutíðum hvarv onkursvegna. Dagurin fór niður í ferð, hildu vit. Og samsint fóru øll at fríðka um og geva húsinum máling og sápu, og vit bakaðu og hugnaðu, tí vit fingu so nógva tíð at ráða yvir.

Frammanundan høvdu vit sjálvi lært og lært okkara børn at vera sosial, tolsom, fevnandi, ikki at hýsa nøkrum úti, at vera semjusøkjandi og góð hvørt við annað. Men alt varð øðrvísi, og sum fangar, sum sita í óavmarkaða tíð á deyðsgongini og ikki vita, um teir vera náðaðir ella ikki, soleiðis kendu nógv tað, tá tey og teirra arbeiði og virki alt fór á “koronu stand by”.
Ommuna kundu tú ikki við góðari samvitsku mussa, og kom onkur ov nær, so bakkaði tú. Tað góða menniskja fór í masku, sprittaði og helt frástøðu. Og tíðin, sum vit øll høvdu ynskt strekti seg longri, og at døgnið hevði fleiri tímar, hon varð brádliga í vár ein onnur. Sum hjartaslátturin varnaðist tú klokkuna, sum gekk og gekk og gekk.

Vit ferðast ikki longur – vænti, at langommubørnini fara at tosa um ommur í dag sum dømi um nakað, sum ikki longur er – “og omma mín var sum Vasco da Gama. Hon ferðaðist bæði í USA og Japan. Tað var tíðin, tá flogfør flugu regluliga, og øll tey stóru skipini vóru enn ikki upphøgd”. Ongin tosar í dag um ferðir til onnur lond á jólum ella skíferð til Ischgl í februar. Tað er steðgað. Tíðin í dag sigur, at “tú kanst ikki ferðast“. Vit kunnu ikki savnast í stórum hópum, men mugu næstan happa og velja út, sum tá mann stóð eftir í skúlanum og ikki varð valdur til høvdingabólt... bara tey útvaldu kunnu koma at eta døgverða leygardagin. Í kirkjuni fært tú at vita, at tú skalt ganga fram við vegginum, og tey síðstu fara út fyrst, so talan í okkara tíð er næstan bíbilsk.

Og tá øll tilmæli eru fylgd, og alt er vaskað og ruddað, øll máling er brúkt, allir terassuplankar eru útseldir og hundraðtals hitapottar eru keyptir, so venda vit kikaranum ímóti okkara innasta og tí innasta hjá øðrum. Vit eru “dømd” at vera heima á okkara sokallaðu kargu klettum, og nú verða fleiri av okkum varug við, at í friðinum hoyra vit brim, regn og fuglasong. Smáfuglarnir, sum ikki fara frá okkum, sum tjaldrið og likkan, fáa nú tálg frá nýflettum seyði. Vit syngja “Nú hvítna tindar” og sanna, at vit hava land, sum eisini er skipað eftir árstíðum, og eplir og gularøtir, sum vit sjálvi hava dyrkað, smakka hópin betri enn keypta gularótin.

Samstundis royna vit áhaldandi at bøta um okkara samtíð. Í 1960’unum gjørdi ungdómurin uppreistur ímóti tí borgarliga og konventionella samfelagnum – “little boxes on the hillside”, flower power, nakni kroppurin og rúsevni skuldu hjálpa tær at kaga inn í Nirvana. Í dag sigur tíðin nakað heilt annað. Stríðið í dag er ikki millum tannáring og foreldur, men kynjanna millum. Virðing og mannsømiligheit skulu aftur í hásætið. Gentlemaðurin og blúgva kvinnan skulu enduruppfinnast, og menniskjanslig mørk virðast. Standmyndir verða koppaðar við viðmerkingum um, at “hetjan” kanska ikki var ein sonn hetja hóast alt. Kanska Sigmundur einaferð verður koppaður, tí hann gekk fíggindans ørindi, ella Nólsoyar Páll, sum onkur sigur “bara var ein skúmisleiv”? Og meðan vit royna at bøta og hampa um og rudda út í vána siðum og ringum atburði við at tosa, kjakast og ákæra, so nevnir onkur Paulus, sum segði “alt er loyvt, men alt er ikki gagnligt”!

Tíðin kann ikki haldast føst ella eygleiðast. Vit síggja bara tíðina, tá hon fer ígjøgnum árstíðirnar, børnini sum vaksa, rukkurnar sum gerast fleiri, tankarnir, sum vissa teg um, at alt og øll hava eina tilmálda tíð, sum einaferð steðgar.

Men kanska tá ein tíð er fráliðin, so fara vit at líta aftur á hesar dagar og sanna, at hetta ættarliðið lærdi av sonnum at skyna á, so leingi tað vardi?