Skriva út

Dómkirkjan: Nýtt altarklæði – Ólavsøkuklæðið – Halgað úr forðum var Føroya land

31.07.2020 Tíðindi


Sunnudagin 26. juli var nýggja altarklæðið í Havnar kirkju, dómkirkjuni, tikið í brúk. Biskupur vígdi altarklæðið og dómpróstur helt hesa talu:

Náði veri við okkum og friður frá Guði, Faðir okkara og Harranum Jesusi Kristi. Amen.

Tá ið vit hesa serstøku løtu savnast í kirkjuni um eitt listaverk, so er tað tíð, at vit koma saman um nakað, sum hevur tilknýtið til tað, sum er og verður.

Soleiðis lýsa vit trúnna á tann tríeinda Guð – Guð Faðir, Guðs Son og Guðs Heilaga Anda.

Í kirkjuligum høpi hevur hvør tíð, ja, hvørt ættarlið nakað serligt, sum verður lagt aftrat tí, sum hevur við tey ævigu virðini at gera.

Í einum av bókum sínum um Føroya søga eftir Hans Jacob Debes, søgufrøðingi verður m.a. sagt í sambandi við Miðøldina í Noregs søgu, at:

“Kristinrætturin var settur inn í lógirnar ... Kirkjan veitti fátækum og sjúkum hjálp, serliga eftir at kleystrini vóru komin ...

... Við kirkjuni kom eisini kunnleiki til lesing og skriving og harvið grundarlag fyri framkomu av bókmentum. Við kirkjunum skapaðist byggi- og myndalist, og tað, sum til var av skúlaskapi fór fram í dómkirkjuskúlum ella katedralskúlum og kleysturskúlum.”

Soleiðis verður sagt um henda partin av søguni.

Alla ta tíð kristindómurin hevur verið í landi okkara, hevur hvørt ættarlið dyrkað ella tilbiðið Guð á ymiskan hátt.

Guð er tann sami frá upphavi, men tað er ein sannroynd, at menniskjað hevur altíð ynskt at skapa Guð í sínum bílæti, hóast vit lesa um júst ta øvuta: at tað var Guð, sum skapaði menniskja í sínum bílæti!

Henda skapanartrongdin hjá menniskjan hevur mangan gjøgnum søguna fingið ringar og óhepnar avleiðingar. Eisini tá ið ørindini vóru at boða gleðiboðskapin.

Tíðin, vit liva í er merkt av mistøkum, sum gjørd eru seinastu 100-200 árini. Nú skal ruddast upp í misgerðum og mistøkum, gjørd eru. Lutir og standmyndir, sum umboða hesi døpru tíðarskeið, skulu beinasta burtur.

Tað verður hildið hánt um persónar, sum hava tikið avgerðir, sum eru merktar av valdi, og ikki av kærleika og umsorgan fyri næstanum, men tvørturímóti, har menniskju kenna seg útnyttaði og niðurgjørd.

Ólavur heilagi hevur eisini sett síni spor í søguna – góð og minni góð, nú tað eru 990 ár síðani hann fall á Stiklastøðum 29. juli 1030.

Vit fegnast um, at Kristus er boðaður í landi okkara í øldir. Vit ásanna eisini, at mangan átti Kristus at verið betri umboðaður gjøgnum tíðirnar.

Orðini hjá profetinum kunnu vit leggja okkum í geyma, tá ið sagt verður:”Ikki við valdi og ikki við kraft, men við mínum anda, sigur Harri herliðanna.” Zak 4,6.

Og Jesus sigur:”Takið upp á tykkum ok mítt og lærið av mær; tí at eg eri spaklyntur og eyðmjúkur av hjarta, og tá skulu tit finna hvílu fyri sálum tykkara.” Matt 11,29.

Hetta er grundarlagið undir øllum, vit takast við – eisini í okkara tíð, tá ið vit boða Kristus sum krossfestan og upprisnan frelsara.

Tað, sum er hent í søguni, kunnu vit ikki gera so nógv við, men vón okkara er, at vit menniskju læra av mistøkum og skapa betri møguleikar fyri lívi og virki hjá okkara ættarliði og komandi ættarliðum.

Ymiskt er eisini, hvussu menniskju gjøgnum tíðirnar hava gjørt vart við viðurskifti, sum hava sín uppruna í gudstrúnni.

Tað síggja vit í tí fjølbroytni, sum er at finna í mongum verkum, har dugnalig listafólk hava brúkt skaparaevni síni at siga frá ella ímyndaliggera søguna.

Verkið, vit eru savnaði um  dag, ber prógv um hetta.

Tað hevur verið eitt ynski hjá Havnar kirkju sum dómkirkja at fevna tað kirkjuliga í søguni. At gera vart við viðurskifti sum hava við kristindóm, søgu og fólk at gera í sambandi við ólavsøkuna.

Kirkjuráðið vendi sær til listamannin Edward Fuglø við hugskotinum. Góða samstarvi við listamannin hevur givið hetta góða úrslitið. Tað fegnast vit um og takka listamanninum fyri. Eisini takka Niels Ohrt mag. art í listasøgu, sum hevur skrivað ein faldara um listaverkið.


Listaverkið hevur fingið heitið:“Ólavsøkuklæðið – Halgað úr forðum var Føroya land.”

Um eina løtu fer listamaðurin at greiða frá verkinum, men fyrst fer biskupur at víga altarklæðið.

Í øllum tí vit siga og gera savna vit í orðunum í Sálmi 100:

“Fegnist fyri Harranum jørðin øll!
Harranum tænið við gleði!
Fyri ásjón hans komið við frøi!
Vitið, at Harrin er Guð!
Hann okkum skapaði, og hansara vit eru,
hans fólk og tað fylgi, hann røktar.
Farið inn í hans portur við lovi,
í forgarðar hans við prísi!
Lovið honum!
Signið hans navn!
Tí góður er Harrin.
Miskunn hans varir um ævir,
trúfesti hans ætt eftir ætt.”

Amen.

Uni Næs, dómpróstur

Sálmar í sambandi við talu og vígslu: nr. 13 og nr. 243
Myndir: Fotostudio