Skriva út

Christianskirkjan fingið hurð til rørslutarnað

13.05.2020 Tíðindi


Nú kirkjurnar fara at lata uppaftur, so er tað við serligari gleði, at Christianskirkjan kann bjóða rørslutarnaðum lættari atgongd til kirkjuna. Tann eina hurðin hevur fingið pumpu og kann latast upp uttan og innan av rørslutarnaðum.

Her er eitt lítið filmsklipp, sum vísir betraðu umstøðurnar - trýst á pílin niðanfyri!

Lagt til rættis: Erik Biskopstø.