Skriva út

Bøn okkara, svar Harrans

07.05.2020 Tíðindi


DÝRIBIÐIDAGUR: Bíbliuorðið á vegginum yvir kórinum í Havnar kirkju heitir á okkum um at biðja, tí so skulu vit fáa (Matt. 7,7). Tað stendur í boðshátti: »Biðið!« Men ynskið, »um at fáa«, er ikki eitt sjálvtøkuborð? Fært tú ikki tað, tú biður um, so fært tú okkurt annað, sum er betri. Biður tú um okkurt jarðiskt, so fært tú okkurt himmalskt

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Biðið, so skal tykkum verða givið; leitið, so skulu tit finna; bankið uppá, so skal verða latið upp fyri tykkum. Tí at hvør tann, ið biður, hann fær, og tann, ið leitar, hann finnur, og tí, ið bankar uppá, skal verða latið upp fyri. Ella hvør er tann maður tykkara millum, sum vil geva syni sínum ein stein, tá ið hann biður um breyð? Ella man hann vilja geva honum ein orm, tá ið hann biður um ein fisk? Um tá tit, ið ónd eru, vita at geva børnum tykkara góðar gávur, hvør mikið meira skal faðir tykkara, sum er í himlinum, geva teimum góðar gávur, ið biðja hann! Alt tað, sum tit tí vilja, at menn skulu gera móti tykkum, tað skulu tit eisini gera móti teimum; tí at hetta er lógin og profetarnir. Gangið inn um hitt tronga portrið; tí at vítt er portrið og breiður er vegurin, ið førir til undirgangs, og mong eru tey, ið ganga inn um tað; tí at trongt er portrið og mjáur er vegurin, ið førir til lívs, og fá eru tey, ið finna hann.

Matt. 7,7-14

Komandi fríggjadag, 8. mai, er dýribiðidagur. Dagsheitið minnir okkum á bøn, og sjálvrátt renna fyrstu orðini í evangeliitekstinum til henda dag, sum standa á kórvegginum í Havnar kirkju, okkum í huga: »Biðið, so skal tykkum verða givið«.

Norski biskupurin Erik Pontoppidan (1698-1764) lýsir einfalt og væl bønina í bók síni »Sannleiki til gudsótta«. Hann sigur: »At biðja er at tala einfalt við Gud í hjarta sínum, hella út tráan sína fyri honum, klaga um neyð sína fyri honum og við inniligari sálartrongd leita eftir onkrum hjá honum.«

Bøn er nevnd í Bíbliuni líka frá 1. Mós. 4,26 (hetta er fyrstu ferð) til seinasta blað í Opinberingini (22,20). Alsamt lesa vit, at hini trúgvandi biðja til Guds. Eisini Jesus livdi í bøn (Matt. 14,23; Jóhs. 17). Hann lærdi lærisveinar sínar at biðja (Matt. 6,9), og hann eggjaði teimum til at biðja áhaldandi (Matt. 7,7).

Sálmarnir í Gamla Testamenti eru mikla bønabók Bíbliunnar. »Har sært tú inn í hjartað í teimum heilagu,« sigur Luther.

Tað hendir viðhvørt, tá ið eg latið upp brævkassan í teldu mínari, at har eru eini boð um, at eg í eydnuspæli havi vunnið eina stóra peningaupphædd ‒ ja, miljónir. Eftir hjá mær er at upplýsa kontu-, kort- og eftirlitsmerki. Men eins og flest onnur, ið slík teldubrøv fáa, eri eg varin. Trúgvi hesum ikki og dagføri ístaðin spammsáldið.

Hvussu veit so við, tá ið vit í evangeliitekstinum til dýrabiðidag (Matt. 7,7-14; 2. tekstarøð) fáa boðini: »Tí at hvør tann, ið biður, hann fær«, og: »og tann, ið leitar, hann finnur«. Er hetta satt?

Áheitanin um at biðja stendur í boðshátti: »Biðið!« Men hvussu við ynski okkara? Fáa vit altíð tað, vit biðja um? Talan er ikki um eitt sjálvtøkuborð við alskyns lokkandi rættum. Men Jesus hevur givið okkum lyfti um, at vit fáa, tá vit biðja, og hann veit, hvat okkum tørvar. Og hetta lyfti kann hann geva okkum, av tí at hann ikki eggjar okkum at biðja hvønn sum helst um at fáa, men faðir okkara í himli.

Foreldur geva børnum sínum góðar og vælmeintar gávur. Og allar góðar gávur koma omanífrá, frá faðir okkara í himli. Tann, ið biður, lítur á Gud, og tann, ið lítur á Gud, biður. Í bønini Faðirvár biðja vit um dagligt breyð, fyrigeving syndanna, um hjálp, so vit ikki falla í freistingar, bjarging frá øllum illum og øllum vanda.

Men fram um alt er neyðugt at hava samfelag við Gud: »Hvønn havi eg annars í himli? Bert eg eri hjá tær, leggi eg einki í heimin« (Sálm. 73,25).

Tá ið vit biðja í trúgv, skulu vit fáa tað, vit biðja um. Hetta sigur Bíblia okkara (Mark. 11,24). Men so møta vit teimum stóru gátunum í kristinlívinum – at vit mangan halda, at bønir okkara verða ikki svaraðar. Hví gevur Gud okkum ikki tað, sum vit biðja hann um? Hetta er ein nívandi trúartrupulleiki, serliga tá vit sjálvi ella onkur av næstingum okkara knúgva undir neyð og óhappi.

Gjørligt er at hóma eitt svar í onkrum føri. Tað ber á, at lærusveinar Jesu biðja á ein óskynsaman hátt. Móðir Zebudeus-synirnar bað um ein serstakan heiðurssess í Guds ríki til synir sínar. Henda bøn varð ikki eftirlíkað henni, og grundirnar fáa vit at vita í Matt. 20,20. Í øðrum førum bíðar Gud at eftirlíka bønini. Tá kann verða drúgt at bíða, og vit standa spyrjandi.

Men Gud hoyrir bønina beinanvegin (Dán. 10,12). Paulus varð ikki bønhoyrdur, tá ið hann bað um, at »tornurin í holdi hansara« skuldi togast úr. Hann fekk andliga signing ístaðin (2. Kor. 12,7).

Soleiðis ger Gud mangan. Týski gudfrøðingurin Johann Arndt (1555-1621), ið skrivaði mangar bøkur um rótfesta gudstrúgv, sigur: »Fært tú ikki tað, sum tú biður um, so fært tú okkurt annað, sum er betri. Biður tú um okkurt jarðiskt, so fært tú okkurt himmalskt.«

Ikki altíð duga vit at ráða ta gátuna, sum ósvaraðar bønir í roynd og veru eru. Tá er eitt at gera – at leggja alt í Guds hond, tí at hann veit betur enn vit, hvat er okkum at gagni. Hann sær alt samalt í ævinleikans ljósi.
Hetta er dýrabiðidagsins boðskapur til okkara:

Biðið, og tit skulu fá,
so man Jesus okkum heita,
í hans navni vera má
bønin, ið skal signing veita;
søkja á hans fund tit mega,
fáa munnu tey, sum biðja.

(J. Nordal Brun 1786 / J. Dahl 1916)

Dýribiðidagur er tann síðst komni av teimum fyriskipaðu halgi- og høgtíðsdøgunum í kirkjuárinum, og tann einasti, sum ikki hevur uppruna í evangeliskari frásøgn ella nakrari ávísari bíbilskari hending. Hann hevur uppruna sín í tí borgarligu søguni og er bundin at tí borgarliga fólkalívinum.

Ymisk nøvn hevur dagurin. Í Føroyum tvey – dýribiðidagur yvirhøvur í Føroyum, men í Suðuroy róptur heilig fríggjadagur. Í Danmark er vanliga navnið í okkara tíð Store Bededag, áður róptur Almindelig Bededag ella Almindelig Bods- og Bededag.

Við kongligari fyriskipan frá 27. mars 1686 vórðu allir teir gomlu biðidagarnir, ið høvdu katólskan uppruna, lagdir saman í ein vanligan føstu-, iðranar- og biðidag, og hann verður ásettur til fjórða fríggjadag eftir páskir. Alt eftir sum páskirnar eru, kann so dýribiðidagur vera fyrr ella seinni um várið. Tað fyrsta, hann kann vera, er 16. apríl, tað síðsta 21. mai.

Ein dagur kom nú ístaðin fyri tríggjar, ið Sælands biskupur Peder Palladius hevði fyriskipað sum iðranar- og biðidagar í 1556. Og hesin eini fekk ein strangari dám. Har skuldi vera fastað til eftir gudstænasturnar, og fyriskipanirnar viðvíkjandi hvílu vóru striksari enn vanliga sunnudagshvíldin. Og ábending um, hvussu strangur hann hevur verið, er tað navnið suðuroyingar góvu honum – heilig fríggjadagur. Nú er eingin munur á, hvussu norðingar og suðringar halda hann. Í nógv ár hevur siður verið at hava hornorkesturstevnu á hesum degi, men í ár forðar koronasjúkan fyri tí, sum fyri so mongum øðrum felags tiltøkum.

Men hví verður dýribiðidagur lagdur til júst hesa tíðina í kirkjuárinum – apríl/mai. Kaga vit í bókina »Dagar og nøvn í álmanakkanum« eftir Axel Tórgarð, so fáa vit eina ábending um hetta.

Verður dentur lagdur á, at tað skal vera ein biðidagur, kann verða sagt, at dagurin hóskar til tíðina fyri hvítusunnu, tá dentur verður lagdur á bønina í Jesu navni og bønina um andan. Men tá hann eisini verður nevndur føstu- og iðranardagur, hevði hann kanska hóska betur í føstutíðini ella síðst í kirkjuárinum.

Sum dagurin nú liggur, tykist hann vera í andsøgn til ta gleði, sum hesin parturin av kirkjuárinum annars tykist vera dæmdur av. Men tá ið fríggjadagur varð valdur, so mundi tað vera við langafríggjadegi í huga – líðingar- og deyðsdegi Jesu.

Fleiri ferðir hevur verið róð fram undir at taka dagin av ella flyta hann, til dømis at verða hildin um heystið, har so fáir høgtíðsdagar annars eru. Fyri fáum árum síðan varð í Danmark mælt til heilt at beina hann burtur, tí hann órógvaði alla vikuliga arbeiðsgongd í landinum. Eins og við øðrum tilmælum og ætlanum er einki hent. Dýribiðidagur verður enn hildin hesa tíðina á árinum sum hann hevur verð tað í meira enn 300 ár.

Úr hvørjum teksti verður lisið í kirkjum okkara á dýrabiðidegi? Talan er um tekstir til gudstænastur bæði fyrrapartin og um kvøldið. Og teir eru dæmdir av bæði bøn og iðran.

Eftir fyrru tekstarøð verður lisið fyrst úr Jesaja profeti (55, 6-7), um at leita til Harrans, meðan hann er at finna, og at kalla á hann ta stund, hann er nær, um at venda um. Hetta hóskar eisini væl til evangeliitekstin til gudstænastuna um kvøldið (Matt. 3), har lisið verður úr umvendingarprædikuni hjá Jóhannesi doyparanum. Prædikuteksturin til gudstænastu fyrrapartin er úr Davids sálmi 67, sum er ein bøn um Guds signing yvir fólkið, bæði andliga og tímiliga. Hesin 67. sálmur saman við 51. sálmi eftir aðru tekstarøð til gudstænastu fyrrapartin eru einastu tekstir úr Gamla Testamenti, ið havdir verða sum prædikutekstir.

Síðan verður eftir aðru tekstarøð lisin ein epistil úr Hebrearabrævinum, sum kanska ikki hevur so nógv av biðidags áminning yvir sær, men heldur um at halda fast um játtanina og trúnna og vónina, og hevur ein boðskap um, at trúfastur er hann, sum fyrijáttanina hevur givið.

Sálmur 51, ein sálmur hjá Dávidi um ta ferðina, tá Nátan profetur kom til hansara, er væl hóskandi biðidagstekstur. Ein sálmur um syndajáttan og ein bøn um miskunn og náði.

Og evangeliiteksturin eftir aðru tekstarøð er ikki minni viðkomandi. Hann, sum á hesum dýrabiðidegi verður lisin, er úr fjallaprædiku Jesu í Matteusarevangeliinum, tí sjeynda kapitlinum, um at biðja og leita og banka uppá, um at ganga inn um hitt tronga portrið og eftir tí mjáa vegnum.

Enn verður dýribiðidagur hildin sum gudstænastudagur í kirkjunum. Og hevur dagurin ikki tann stranga dámin longur, so kann hann ikki annað enn hava tann heilaga dámin, at har verður sum við aðrar gudstænastur Guds orð boðað. Hann verður halgaður við Guds orði og bøn.

Í so máta verður hann ikki at kasta burtur. Í fyrra Timoteusarbrævi tekur Paulus ápostul soleiðis til: »Tí at allur skapningur Guds er góður, og einki er at kasta burtur, tá ið tikið verður ímóti í takksemi, tí at tað verður halgað við Guds orði og bøn.«

Tí kunnu vit framvegis við takksemi taka ímóti hesum høvi til at hoyra Guds orð á dýrabiðidegi. Og sjálvt um hann ikki hevur uppruna sín í teimum evangelisku frásøgunum, hava teir tekstir, sum ljóða, ein boðskap at bera kristnum fólki.

Tað er kanska beint hetta, ið havast kann í huga: Sum dagurin hevur uppruna sín í eini borgarligari fyriskipan og í søgu fólksins, vil hann tala til okkara, ikki bara sum einstaklingar, men sum eitt fólk.