Skriva út

Birt tú ljós í barmi nú

22.10.2019 Tíðindi


Um at síggja ljósið í myrkrinum, nú veturnætur eru farnar aftur um bak og hávetur er í nánd

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Tín er dagurin og tín er náttin,
tað var tú, sum gjørdi til ljós og sól.
Tú setti fyri jørðini mørkini øll,
tú bjóst til summar og vetur.

(Sl. 74,16)

Tá farið er um mikkjalsmessu (29. sept.) og veturnætur nærkast (14. okt.), so vita vit, at heystardagur er og vetur er í hond og tindarnir skjótt munnu hvítna.

Tað, sum blómaði í vár og tað, sum frøddi eygað við fjølbroyttum litum, tað, sum gav frá sær lívgandi anga, prýddi ong og urtagarð, er nú burtur. Grasið fellur av, leyvið og blómurnar eru følnaðar.

Í hesari ásannan stirðna vit eitt sindur í huga og sál. Tey gomlu plagdu at taka til, at eitt ella fleiri brúdleyp á vetri styttu so vælsignað væl um myrku og køldu tíðina. Og at tey veruliga gleddu seg til veitsluhaldið prógva orðini hjá einum manni á bygd, sum skuldi í brúdleyp í grannabygd; tá ið hann skøddi seg og bant tveingirnar helt hann fyri: »So nú var henda gleðin úti.« Tí sum orðatakið sigur: »Forventningens glæde er altid størst.«

Ein, ið ikki setist at kúra á heystardegi við stúran og ampa er skaldið Mikkjal á Ryggi (1879-1956). Eins og mangir av skaldabrøðrum hansara hevði hann stóra ávirkan á andsmentanina í Føroyum í tjúgundu øld. Hetta hevur so aftur havt árin á gerandislív og dagligu framgongdina og framtøkini her á landi. Um heystardagin tekur hann fróur í huga soleiðis til:

Heystardagurin heiðursklári!
‒ fagrari eingin er um árið.
Sólin stavar so blíð at kenna,
Vil ei sum í summar brenna.

Síðan lýsir Mikkjal yrkadagin hesa ársins tíð:

Bogin maður í veltu stendur,
hentar epli í svartar hendur.
Rótakálið má longur bíða;
nógv er at gera og dagar líða.


Á VETURNÁTTUM, 14. oktober, byrjar vetrarhálvárið. Kaga vit í bókina »Dagar og nøvn í álmanakkanum« eftir Axel Tórgarð, so síggja vit, at dagurin eisini ber nevnið Kalixtus. Hesin maður, sum doyði 222 gjørdist handgingin maður hjá pávanum sum diakonur. Sum uppgávu fekk hann litið í hendur jarðarferðir teirra kristnu. Nakrar katakombur bera navn hansara.

Í Norðurlondum verður hesin maður eisini nevndur Kallis og seinni gjørdist pávi og pínslaváttur. Hann var húskallur hjá einum múgvandi manni í Róm, ið hevði tikið við kristnari trúgv. Men fyri onkra smávegis  misgerðina varð hann dømdur revsiarbeiði í námum í Sardinia.

Heimafturkomin varð hann frælsur maður. Zephyrinus pávi setti hann í embæti sum diakonur og at hava eftirlit við kristnu gravhellunum við Appiavegin. Hetta eru tær sonevndu Kalixtuskatakomburnar, har 174.000 pínslaváttar og 46 pávar eru gravlagdir.

Tá ið Zephyrinus doyr í árinum 217 eftir sløk 20 ár í pávastólinum, verður Kalixtus valdur til biskup í Róm. Men ikki øll kristin vóru fegin um tað. Tað var ymiskt í læru hansara, tey ikki tóku undir við, og haraftrat hildu tey kirkjuskipanir hansara vera alt ov linligar. Stutt eftir gerst hann pávi, men tað var bert stutta tíð. Hann doyr longu í 222.

Frá fjórðu øld verður hann virdur sum pínslaváttur. Ein halgisøga sigur, at uppøst mannamúgva tók hann á hondum, bant ein stein um hálsin á honum og blakaði hann í ein vatnbrunn, har hann druknaði.

Axel Tórgarð sigur tað merkiliga vera, at Kalixtus ikki varð jarðaður í teim katakombum, sum bera navn hansara. Orsøkin kann vera tann ósemja, hann kom sær í við samkristnu síni. Grøv hansara er við Aureliavegin.

TÁ IÐ NORÐURLOND taka við julianska kalendaranum – kanska longu áðrenn kristindómurin verður boðaður – verður byrjanin á vetrinum sett til ymiskar tíðir.

Í Danmark verður veturin settur til at byrja 1. november, sum í kristna kalendaranum eisini fær navnið »halgunarmessa« ella »allahalgannadagur«. Í Noregi skuldi vetrarhálvárið sum hjá okkum her í Føroyum byrja 14. oktober og í Íslandi, sum roknaði árið eftir vikunum, leygardagin í vikuni frá 11. til 18. oktober. Í einum gomlum gottlendskum kalendara frá 1328 verður 14. oktober nevndur veturnátt og 14. apríl summar. Bæði veturnátt og summarmáli verða nevnd í Føroyingasøgu.

Tá ið tann kristni kalendarin tekur við, koma so skjótt nøvnini á halgimonnum uppí, og m.a. verður sagt í íslendska kalendaranum »Rímbeklu«, at á degi Kalixtusar (14. okt.) tekur veturin við sambært norskari tíðarrokning, meðan summarið tekur við frá degi Tiburtiusar (14. apríl).

Í bókini »Tjóðminni« sigur Andrias Weihe (1867-1946), at á veturnátt tóku tey gomlu sær vatn – vetrarvatn – sum tey tváaðu sær í tríggjar teir fyrstu vetrarmorgnarnar fyri ikki at verða sólbrend tað komandi summarið.

»TØKK FÁI KNOKKUR, sum húsini fyrst fór opin innan at gera,« yrkir skaldið J. P. Gregoriussen. »Tá stormurin leikar, og alt er fryst, er hugnaligt inni at vera.«

Kvøldseturnar um veturin, tá fólk tókust við ymiskt inniarbeiðið, vórðu mangar søgurnar sagdar eins og vísur vórðu kvødnar, kvøldbøn biðin og sálmur sungin áðrenn fólk fóru at leggja seg.

Í smálestrasavni sínum »Millum ælini« umrøður Jákup Dahl (1878-1944) viðurskifti menniskjans í ljósi og myrki, degi og nátt. Tað er munur á ljósi og myrkri, á sumri og vetri. Hvussu ólíkt er ikki hitt stutta, blíða og yndisliga summardimmið ímóti hini longu, myrku og køldu vetrarnáttini.

Dagurin er vakur og yndisligur við sínum ljósi. Náttin er tað minni við sínum myrkri. Vit kenna okkum glað og trygg á ljósum degi. Vit hava lyndi til at óttast og at vera ótrygg á myrkari nátt. Hetta hóast ymiskar ljósgeislar, ið ravmagnið varpar í hvørja vrá.

Vit vita, hvussu stórur munur tað er ímillum at ganga móti ljósinum – tá ið tað klárnar fyri hvørt sporið – og at ganga móti myrkrinum – tá ið alt dimmist meira og meira.

Hetta er okkum kunnugt frá dagligum ferðum, og soleiðis er tað eisini í sjálvum lívinum. Har skiftir eisini millum ljós og myrkur.

Jákup Dahl reisir síðan henda spurning: Er okkum menniskjum nøkur hjálp og trygd í hesum føri? Hann vísir á Sólsongin hjá Fransi úr Assisi: »Lovaður veri tú, Harri, fyri bróður vind og fyri luft og skýggj og gott veður og alskyns veður.« Her verður alt tilskilað Gudi, bæði gott veður og ringt veður, bæði logn og ódn.

Og orðini hjá sálmaskaldinum í Gamla Testamenti, ið her eru nevnd til inngangs, benda á hetta sama: »Tín er dagurin og tín er náttin.« Hetta er Guds verk. Hann eigur bæði dagin og náttina. Hann gjørdi til ljós og sól og skapaði summar og vetur. Í hesum er hjálpin og trygdin.

Einki er í náttini, sum ikki eisini er í degnum. Várharra sær eisini í náttarmyrkrinum og vakir har.

LÍTA VIT AT VIÐURSKIFTUM og forløgum í mannalívinum, fáa vit at síggja, at har eru ógvuliga stórir munir.

Hjá summum tykist alt at fara fram í bjørtum ljósi, meðan hjá summum alt liggur afturundir í myrkum skugga. Hjá øðrum er lagað at liva í vælferð, í eydnu og gleði, meðan viðurskiftini hjá summum eru trong og tung, so at tey mega slíta seg fram gjøgnum neyð og stríð og sorg.

Tað kann tykjast sum at Gud bert er við øðrum partinum og ikki hinum. Men eisini her minnir Jákup Dahl í lestri sínum á, at Guds er dagurin og Hansara eisini náttin. Hann setti fyri jørðini mørkini øll.

Gud er við í øllum í lívi okkara og setir mørkini fyri øllum tí, sum okkum fellur í lut. Vit standa ofta spyrjandi og ivandi, óttafull og stúrin, tí at so mangt er okkum gátuført og torskilt. Men vit eiga ikki at krevja svar. Tað fáa vit einaferð.

Tað er okkum nóg mikið at vita alt hetta, at Gud setti fyri jørðini mørkini øll. Hetta er nóg mikil hjálp, sum gevur trygd og frið at líta alt, bæði lív og lagnu í hendur Guds.

Trygg og treyst kunnu vit vera, um vit ikki fáa svar. Tol hava vit tá at bíða.

LJÓS OG FRÆLSI ber Harrin til okkara í orði sínum. Vit skulu tí einki óttast. At hann er Frelsarin merkir, at hann loysir okkum frá tí, sum fjøtrar okkum og leiðir okkum út úr tí, sum byrgt hevur okkum inni.

Tað, sum bindur og stongir og byrgir, kann vera so mangt, bæði í ytri og innari umstøðum í lívi okkara. Í sjálvari lívsgrundini. Men hjá Harranum er hjálp og frælsi og loysn. Tí at Hann ikki bert gjørdi til ljós og sól, Hann er sjálvur bæði sólin og ljósið.

Gud, tú sum ljósið lætst skína so bjart,
sjálvur er ljóskeldan reina;
aldri seg nærkar tær myrkrið so svart,
sólin har vald hevur eina.