Skriva út

At velja og verða valdur

26.08.2019 Tíðindi


Vit koma í heimin uttan at verða spurd.

”Her eru ókendir dagar, tak røtt val og vóna tað besta, menniskjabarn”.
Alt í lívinum er eitt val.

Vit velja maka og vit verða vald frá, vit velja tannlækna, vit velja skúla og úbúgving, rosinur ella sukur í havragreytinum, frikadellumamma ella ikki, at vera við tí góða orðinum ella ikki, at hjálpa har eg kann ella ikki, at ráða yvir mær sjálvari ella taka tamarhald á øðrum, at lata mær lynda ella ikki, at skáka mær undan ella ikki, at søkja tað góða og avnokta tað ónda, vera semjusøkjandi ella ikki, at happa ella ikki, at fara væl um ella ikki, velja soleiðis, sum eg haldi, árini í ellini skulu vera ella ikki, velja tá eg haldi meg liva eitt óvirðiligt lív og steðga tí og ikki…

Søren Kierkegaard segði, at valið ger okkum óttafull.

”Velji eg hetta, so skerji eg hatta, um eg velji hitt, men ikki hatta, hvat hendir so ”?

Ikki at velja, men bert fylgja streyminum og vera passiv menniskja, er ikki at vera menniskja, tí ymsu valini, sum vit gera eru, sum varðar á lívsleiðini, so ella so, vit síggja tað kanska ikki, fyrr enn vit eru komin uppá sýnina.

Vit siga okkum vera demokratisk menniskju og liva í demokratiskum samfelagið, har mann tráar eftir, at alt skal vera so javnt  gott fyri øll, sum búgva her. Flest okkara prísa okkum lukkulig, at vit ikki liva í einaræðum, har tilvildarligi viljin ræður. Har viljin er, at knúska og múlabinda menniskjað.

Og vit síggja í hesum døgum plakatur, so stórar sum vilja tær upp til himmals, av fotoshoppaðum borgarum, sum so sera fegin vilja hava okkara kross, so vegurin inn á Ting er opin.

Og vit liva í einum heimi, har ”nakað fyri nakað ræður”, so vit spyrja og spyrja,  ”um tú fært mín kross, hvat fái so eg afturfyri.”?

Og tey lova og lova og vit hugsa:

”Fínasta slag ”!  ella  ”Nei, tey lovaðu hatta fyri árum síðani og tey hildu ikki teirra lyftið”.

Og tey, sum vilja hava okkara kross, tey gera alt fyri at toknast okkum og fara til allar stevnur og festivalar og tiltøk allastaðni og taka ”selfies” í føroyskum búna við familjuni og vátta soleiðis at:

”Eg eri við, eri modernað menniskja, tú kanst trygt geva mær tín kross, eg eri í somu støðu, sum tú, eg eri ”hjá” tær, so at siga.”

Og vit valbaru borgarar, vit hugsa um hetta og velja til og frá og broyta áskoðan og virðismeta, verða sannførd og ivast aftur.

Vit tosa ofta um krisur, og krisa kemur úr griskum og merkir dómur. Hvørja ferð ein krisa/kreppa er, so verða virði og gerðir endavendar og nakað annað skuldi sprottið burturúr.

Hugsa um heimskríggini, jólaódnina, kreppan í nítiárunum, myndir av druknaðum børnum, hvalur fullur av plastikkposum ! Vit skakast og kvaklast í okkara trygga dunnuhyli og vilja og velja at gera ymiskt øðrvísi, so tað kann verða betri og søgan ikki endurtekur seg, tí ongin kann hjálpa øllum, men vit kunnu øll hjálpa onkrum.

Og vit hugsa um orðini hjá Paulusi, at  ”tað góða, sum eg vil, geri eg ikki, men tað ónda, sum eg ikki vil, tað geri eg.”

Vit seta eitt X, tá vit fara á val.  Eitt X, sum peiggjar í øll heraðshorn, men, sum skerst á miðjuni, mítt val við X’inum hevur avgerandi týdning fyri ein annan,  fyri meg og fyri øðrum veljarum og landinum øllum.

Men reisa við X’ið upp, so hava vit ein kross. Við ørmum, sum vatnrætt fara út í heimin og ein, sum fer beint  upp eftir.

Í kristnini,  kom Jesus dragandi við tveimum bjálkum, sum á ferðini á Via Dolorosa, sóu ut sum eitt X men, tá teir  komu upp at standa, so var tað ein krossur. Í allari pínuni  og spottanar orðunum, verður okkum boðið, at taka á okkum okkara lív, at velja at trúgva, at Hann, sum valdi at byrja alt, er alt í øllum og enn er, og kann verða, alt fyri teg og meg.

Hann var eitt vallyfti allur, sum Hann var og er.

Hetta er ikki ein doktrin, sum verður smoygd yvir høvdið á tær og mær, men her er Ein við tí góða orðinum og vit kunnu velja at velja hin góða lutin ella velja nakað annað ella annan.

Men tað løgna er, at á tíðarinnar morgni, tá sólin reis fyri teg og meg, dagsettan dag, tá vóru vit vald, hvør einsæris, og tá vit verða sannførd, so verða vit var við, at vit vóru longu tá elskaði við ævinligum kærleika.

Tað er einasta vallyfti, sum ikki svitast, men valið er í tínum og mínum hondum.