Skriva út

Arnold Joensen heiðraður

06.06.2019 Tíðindi


Tað var sannur hátíðardagur í kirkjuni við Norðskála sætta sunnudag eftir páskir. Arnold Joensen, deknur, fekk sýndan heiður fyri tænastuna sum deknur í 45 ár.

Kirkjuráðið valdi at gera nakað burturúr, og tað er ein skilagóð avgerð. Vit eiga at geva hvør øðrum eina viðurkenning, meðan vit eru í tænastu, fyri ikki um at tala meðan vit liva.

Arnold er væl kendur lærari í økinum. Hann hevur tikið økið í Sundalagnum til sín, hóast hann er ættaður úr Fuglafirði. Hann hevur saman við øðrum verið virkin í felagslívinum á tí mentanarliga økinum, so sum umstøðurnar úti á bygd eru.

Biskupur segði í kirkjuni við handanina av tænastumedaljuni millum annað:

“Kirkjuliðið, ið tú hevur tænt á hesum staði í samfull 45 ár, takkar tær hjartaliga. Innstillingin hjá kirkjuráðnum til Drotningina við fylgjandi áheitan um viðurkenning er tøkk á serliga høgum støði.

Kirkjuráðið virðismetir allar tær mongu sjónligu og ósjónligu tænasturnar, sum øll tey mongu tænastufólkini útinna í kirkjuni í longri ella styttri tíð. Hjá tær, Arnold, er tænastan sum deknur í deknastóli og við lestrarfjøl.

Ein kirkjutænari livir við í fólksins gerandisdegi bæði í gleði og sorg. Vanligar sunnudagar og løtur við frægd og gleði um dóp og brúðarvígslu. Og aðrar løtur, tá ið eyguni ikki síggja klárt, og tárini renna og hjartað grætur.

Tænarin gjørdi tænastu í halgidóminum, var á staðnum eisini tá ið á stóð, tí staði har navn Guðs býr og hjarta hansara valdi sær ævinligan bústað.

Arnold, tú hevur verið virkin í kirkjuni við Norðskála sum deknur í knappa hálva øld saman við øðrum, ið stóðu í somu tænastu ella aðrari tænastu.

Saman við kirkjuliðnum í Norðskála kirkjusókn takka vit tær hjartaliga fyri tænastu tína Guði til heiðurs og menniskjum til signingar. Vit ynskja tær og konuni og tykkara kæru Harrans ríku signing.

Vegna Drotningina vil eg síðani handa tær medaljuna og eitt skreytblað, ið fylgir við.

Hjartaliga tillukku við viðurkenningini og takk fyri tænastuna.”

Orð: JF

Myndir: Beinta Lisberg