Skriva út

Ann: - Eg eri ikki betri enn nakar annar

24.05.2019 Tíðindi


Ein av sendingunum í Kringvarpinum við rættiliga stórum skara av lurtarum er Morgunlesturin. Hann verður sendur tíðliga gerandismorgnar, og síðani endursendur beint áðrenn klokkan 10.

Tað eru skiftandi prestar sum skriva og onkutíð lesa hesar lestrarnar, stuðlaðir av væl valdum sálmum til høvið.

Hesa vikuna er tað Ann Dahl Hansen, prestur í Havn sum bæði hevur skivað og lisið morgunlestrarnar. Hvussu er tað at skriva slíkar lestrar? Hvørji evni verða vald? Og sjálvandi eisini, hvussu er at skriva til ein skara, ið prestur hvørki sær ella kennir?

- Eg royni ofta at raka so breitt sum yvirhøvur gjørligt. Samstundis hugsi eg altíð um, at boðskapurin skal raka beint inn í vanliga gerandislívið hjá fólki – altso tað sum fólk eru upptikin av. Tú kanst kanska kalla tað fyri alment-menniskjansligt.

- Hetta er eisini orsøkin til at eg mangan tosi um gerandisligar støður og gerandisligar trupulleikar, og hvat Guðs Orð hevur at siga inn í júst hetta, greiðir Ann Dahl Hansen frá.

Tað er samskiparin av átrúnaðarliga tilfarinum í Kringvarpinum, Armgarð Arge, ið stendur fyri at fáa prestarnar at skriva morgunlestrarnar.

- Ja, eg var longu biðin fyri einum ári síðani. So eg havi havt góða tíð at biðja yvir og skriva
lestrarnar, sum verða lisnir hesa vikuna.

EITT AMBOÐ HJÁ GUDI
Í fyrstu morgunandaktini mánamorgunin boðaði hon frá, at komandi tvær vikurnar verða tey 10 boðini umrødd.

Í gjár, hósdagin 23. mai, var 3. boð umrøtt, og var evnið allar tær mongu avbjóðingarnar, sum vit fylla gerandisdagin við: Succes, fín hús, uttanlandsferðir, vælveru, klæðir og heilsugóðan mat – og sjálvandi eisini um, hvønn týdning ið hvíludagurin og kristni felagsskapurin hava.

Hetta eru alt viðurskifti, ið mangir lurtarar kenna seg aftur í. Og hetta eru so sanniliga eisini viðurskifti, ið Ann sjálv kennir til:

- Eg royni at byrja dagin hjá mær við bøn og bíbliulestri. Tá leggi eg allar uppgávur og alt tað, sum eg skal í holt við, fram fyri Guði. Eg biði hann um at leiða meg, og geva mær vísdóm til tað, sum liggur fyri framman og at eg kann vera eitt amboð fyri hann.

- Mær tørvar so sanniliga Guðs kraft, vegleiðing og vísdóm til tað kall, sum hann hevur givið mær, leggur hon dent á.

GUDS ANDI TIL STAÐAR
Ann greiðir frá, at tá hon fyrireikar seg - um tað so er til morgunlestrar, prædikur, talur ella samtalur - so fer hon altíð í bøn fyri teimum, sum hoyra hana.

- Tá ið eg skrivi morgunlestrar, so biði eg um, at júst tey, sum hava tørv á at hoyra boðskapin, mugu lurta.

- Eg biði eisini um, at Guðs orð má gera sín gerning í teimum. Eg eri púra greið um, at tað eru als ikki míni orð sum frelsa nakran, ella sum eru lívgevandi, men bara Guðs orð, sigur Ann Dahl Hansen.

Og hon leggur aftrat:

- Eg kann saktans siga nøkur orð, brúka myndir og samanberingar og hava tankar um ymiskt. Men er Guðs andi ikki til staðar, so verður lesturin bara til nakað, sum eg havi produserað.

- Og tað flytur einki – einki, sum veruliga munar, leggur Ann dent á.

GUDS ORÐ ER LIVANDI
Sum nevnt, eru tey mong sum lurta eftir morgunlestrinum hvønn einasta dag. Og tað er somuleiðis ein breiður skarði av fólki.

Tá Ann fyrireikar seg til ein morgunlestur roynir hon at vísa á, hvat Guðs Orð hevur at siga inn í tað ávísa evnið. Hon er sannførd um at Guðs orð er livandi, og at tað kann broyta menniskju.

- Eg eri ikki ein teirra, sum brúki nógv sitat frá kendum fólkum í mínum morgunlestrum ella prædikum, tí eg haldi, at bestu sitat ið eg kann geva, standa í Guðs orði. Eg vil tí heldur brúka tíðina - og ikki minst møguleikan - at endurgeva úr Guðs orði, heldur enn at endurgeva onkran heimspeking ella okkurt sálmaskald, sigur hon.

Onkur vil kanska halda, at tað tekur bert eitt eygablikk at skriva ein morgunlestur, sum einans varir í fáar minuttir. Men tá talan er um Ann Dahl Hansen, so brúkar hon í miðal einar tríggjar tímar uppá hvønn einasta lestur. Og tá ein, sum í hesum føri skal skrivar 12 lestrar, er skilligt at hetta er ikki løtuverk.

- Hesaferð valdi eg viðgera tey 10 boðini, har eg ynski at vísa á, at Guð og Bíblian hava nakað at siga okkum í dag. Guð hevur nakað at siga inn í allar okkara umstøður, og hann hevur nakað at siga til allar tíðir.

- Eg hugsi tí mangan um, hvat fyllir menniskju í dag. Hvat stríðast vit við, og hvørjar avbjóðingar hava vit? Og har er jú ikki munur á okkum – um vit eru trúgvandi ella ikki, tí øll hava vit nógvar av somu trupulleikunum at stríðast við, vísir hon á.

ÓTTI, IVI OG STÚRAN
Tey, sum hava lurtað eftir morgunlestrunum hesa vikuna, hava uttan iva lagt merki til, at Ann í heilum brúkar orðið ”vit”. Tað ger hon forrestin eisini í prædikum sínum.

- Ja, eg brúki við vilja altíð orðingina “vit”, tí eg tosi ongantíð bara til hini, men altíð meg sjálva eisini - ella kanska fyrst og fremst til mín. Tá ið eg til dømis tosi um strongd, so taki eg meg sjálva við, tí tað er eisini nakað, sum eg stríðist við. Tá ið eg tosi um at misbrúka Jesu navn, so er tað eisini nakað sum eg geri.

- Og tá ið eg tosi um, at ótta, iva ella stúran, ella hvat tað enn kann vera, so sigi eg nemliga ”vit”, nettupp fyri at undirstrika, at eg eri ikki betri enn nakar annar. Eg biði tí um, at mínir morgunlestrar og talur ongantíð verða uppfataðar sum ein peikifingur til hini, tí einki kundi verið longri frá veruleikanum. Eg vendi altíð fingurin eftir mær sjálvari, fyrst og fremst, leggur Ann dent á.

Hon leggur at enda aftrat:

- Ofta fáa trúgvandi at vita, at tit halda tykkum vera so góð. Men hetta er ALS ikki satt. Eg veit, at tað eri eg als ikki!

- Eg eri ikki betri enn nakar annar. Og tað, sum eg eri og havi, ja, tað havi eg fingið av Guðs stóru náði. Tí er tað týdningarmikið fyri meg at brúka orðingina “vit.”

(Í eini seinni grein fara vit at viðgera, hvørjar reaksjónir ið Ann Dahl Hansen fær frá fólki – og hvat hesar reaskjónir gera við hana).

Orð: Snorri Brend
Mynd: Sjónvarpsgudstænasta/kvf.fo

Morgunlestur 24. mai 2019

Vit hava fingið loyvi frá Ann Dahl Hansen at prenta morgunlesturin, sum var lisin í Kringvarpinum í dag:

Faðir. Í dag vil eg minnast til at takka tær fyri familju mína. Eg takki tær fyri foreldur míni, sum tú hevur givið mær. Takk Guð, at eg kann kalla teg pápa. Takk, at eg eri títt barn.

4. boð: “Æra faðir tín og móður tína”

Familjan er sterkasta samfelagsliga eindin. Hon var har, áðrenn nøkur onnur eind var. Bæði áðrenn samfelagið og áðrenn kirkjan var.
Boðið er aktuelt fyri okkum øll, tí vit eru øll børn hjá onkrum. Øll hava vit okkara foreldrum at takka fyri, at vit eru komin inn í henda heim. Og tí hava tey uppiborið virðing frá okkum. Tí at tey hava sett seg til síðis fyri at taka sær av okkum.

Onkur hevur roknað út, at tað tíðarskeið, tá ið foreldur hava myndugleika yvir børnunum, tað vil siga til tey eru 18 ár, brúka foreldrini eina millión krónur tilsamans uppá børnini. Hetta er ein øgilig upphædd.

Vit skulu ikki bara æra foreldur tí tey brúka pengar uppá okkum, men tí tey elska okkum, geva okkum umsorgan og tryggleika. Tey hava gingið uppi við okkum um næturnar, tá ið vit vóru lítil og grótu; tey vaktu við songina hjá okkum, tá ið vit vóru sjúk, og tey troystaðu okkum, tá ið vit kedd. Tey tóku sær av okkum - góvu okkum teirra tíð og uppmerksemi. Tí eiga vit at vísa teimum virðing.

Tíverri so eru tað ikki øll børn sum hava uppliva ein barndóm, har tey kenna seg aftur í hesum. Tað eru tíverri ikki øll børn, sum hava havt ein tryggan og kærleiksfullan barndóm. Og vit mugu tíverri eisini siga, at tað eru ikki øll foreldur, sum hava uppiborið virðing frá børnum. Viðhvørt so noyðist man at siga við Guð, at hann má taka sær av foreldrunum, tí tú klárar ikki at vísa teimum virðing, tí tey hava oyðilagt so nógv fyri teg.

Sum foreldur mugu vit minnast til at vera eitt tílíkt foreldur sum børn okkara hava krav uppa. At vit liva upp til ta stóra ábyrgd, sum tað er at vera foreldur. Týdningarmesta uppgávan er at vera foreldur, men har fylgir ongin brúkaravegleiðing við. Tíverri gjørdu vit so nógv skeivt.

Vit vildu so fegin. Men vit megnaðu ikki altíð. Vildu vart børnini frá øllum illum, men tað gekk ikki. Vit vildu so fegin verið tolin og yvirberandi og uppmerksom og rúmlig, men alt ov ofta, so kemur lívið bara í vegin fyri øllum okkara góðu ætlanum.

Raðfestir tú familjuna? Ella heldur tú, at hon er bara har og yvirlivir? Er familjan ein trygdarhavn fyri tíni børn. Ert tú til staðar? Ella vilja vit arbeiða nokk, so at vit kunnu geva børnunum alt tað, sum tey ynskja sær? Hevur tú nakrantíð spurt tey, hvat tey ynsktu sær?

Kanska ynskja tey mest av øllum tíð. Tíð, sum er vorðin ein mangulvøra í dag. Tíð er tað dýrabærasta tú kanst geva tínum børnum. Tú kanst geva øðrum. Ella ert tú kanska vaksin, hevur foreldur, sum sita á ellisheimi. Sum eru sjúk ella óhjálpin. Setur tú tíð av at vitja tey? At vera saman við teimum? At geva eitt sindur aftur av allari tíðini tey góvu tær, tá ið tú vart barn?

Tað er ein orsøk til, at Guð sigur at vit skulu æra foreldur okkara. Familjan er so týdningarmikil í Guðs eygum. Minsta eindin í samfelagnum er í lagi.

Eitt samfelag, sum ikki hevur fokus á familjuni er ikki eitt gott samfelag. Eitt samfelag, sum brúkar meir tíð og pengar uppá grót og asfalt, enn uppá at familjan at menniskju hava tað gott er ikki eitt ríkt samfelag.
Guð vil at vit skulu raðfesta familjuna frammaliga. Kanska kundu vit minst til at biði hesa bønina í dag: “Guð lat meg ikki taka fólk, sum altíð eru har fyri meg, sum eina sjálvfylgju. Hjálp mær at vera tað foreldur, sum børn míni hava krav uppá. Hjálp mær at vera tað barn, sum foreldur míni hava tørv á”.

Amen.