Skriva út

Andakt

03.05.2020 Tíðindi


Jesus sigur: “Eg eri vegurin, sannleikin og lívið. Eingin kemur til Faðirin uttan við mær!” Andakt til 3. sunnudag eftir páskadag: Jóh. 14,1-11. Sálmur 79. - Troystaríki gleðiboðskapurin til okkum er, at vit eiga bert - í trúnni á Hann - at fylgja í fótafetum Jesusar. Tí Kristus hevur fyrireikað vegin og bústaðin  - ja slóðað leiðina, sum undangongurmadur okkara - "heim" til himmals. Latum okkum tí - eisini í dag takka fyri - og hoyra orð Jesusar: "Trúgvið á Gud, og trúgvið á meg!" - Tí Hann hevur lovað at vera við okkum allar dagar alt til veraldar enda!  Amen.

Marjun Lómaklett, prestur hevur andakt - trýst á pílin niðanfyri!