Skriva út

Altíð gott at koma saman til gudstænastu

29.08.2019 Tíðindi


- Jú, tað er altíð gott at koma saman til gudstænastu fyri at hoyra Guds orð – eisini hóast vit eru fá. Tað stendur jú skrivað, at har tvey ella trý eru samankomin, har er Hann mitt ímillum okkum!

Orðini eigur Jóhanna Hansen í Hattarvík. Umframt dagliga yrkið sítt sum bóndakona og avgreiðslufólk, hevur hon eisini eina tænastu í kirkjuni – í hesum sambandi sum klokkari í Hattarvíkar kirkju.

Hesa tænastuna hevur hon røkt í sløk 10 ár, og hon trívist í hesi tænastuni innan Fólkakirkjuna.

- Vit eru ikki altíð so mong sum koma til eina gudstænastu her í kirkjuni. Men vit hava tað gott, og fáa altíð eitt stutt prát aftaná gudstænastuna, sigur hon.

Eru tað ikki mong fólk í kirkju til eina gudstænastu við presti, so var kirkjan meiri enn fullsett 3. august, tá brúðarvígsla, sum sóknarpresturin Jóannes Purkhús, var á skránni.

- Ja, tað er altíð hugaligt at vera við, tá so nógv fólk koma í kirkjuna, leggur Jóhanna Hansen (innfeld í myndina) aftrat.

ORÐSINS BOÐARI
Tað er tó, sum Jóhanna vísir á, ikki hvønn dag at tey eru so nógv í kirkju sum henda dagin – langt omanfyri 150 fólk.

Og tað heldur ikki hvønn sunnudag at gudstænasta er í Hattarvíkar kirkju. Í roynd og veru er bert gudstænasta, tá prestur vitjar her.

Hetta er kortini ikki bert ein støða sum er í Hattarvík. Í fleiri øðrum og smærri bygdum og kirkjum verður bert kallað til gudstænastu, tá prestur ella annar orðsins boðari vitjar.

Júst hetta evnið var nortið við her á heimasíðuni fyri einum ári síðani. Endamálið tá, eins og nú, er at vísa á týdningin av teirri staðbundnu kirkjuni, og ikki minst týdningin av at koma saman um Guds orð.

Í teirri greinarøðini høvdu vit millum annað samrøðu við Jóannes Purkhús, sum hevur verið prestur í Norðoya eystara prestagjaldi í meiri enn fýra ár. Í hesum prestagjaldi eru somuleiðis kirkjan í Svínoy og kirkjurnar í Hattarvík og á Kirkju.

EIN DAGUR SUM BRÝTUR FRÁ
Jóannes Purkhús vísti á, at tað hevur sínar heilt serligu avbjóðingar her, við tað at fólkatalið er so lágt, sum tað er. Men her hevur kirkjan í bygdini kortini sína uppgávu at røkja.

- Eg haldi, at tað er av sera stórum týdningi, at kirkjan er opin sunnu- og halgidagar, tí tá fær dagurin dám av høgtíð. Er einki gudshús opið ein sunnudag, er vandi jú fyri, at dagur bara dettur av degi, og at eingin dagur brýtur frá hinum.

- Hetta er ikki bert galdandi á útoyggj, men so sanniliga eisini á meginlandinum. Kirkjuklokkan minnir okkum á, at tað er heiligdagur, og at hann hevur ein serligan dám yvir sær, sigur Jóannes Purkhús.

Og hann leggur álvarsamur aftrat:

- Fellur tað burtur, er tað ein stórur missur, tí vit mugu minnast til, at hvíludagurin var til fyri okkara skuld. Ja, vit hava fingið ein dag forerandi, har vit kunnu hvíla og halda heilagt.

BRÚK FYRI AT HOYRA ORÐIÐ
Vit fara í eini seinni grein at tosa meiri við Jóhannu Hansen um tænastu sína sum klokkari á útoyggj.

Ein onnur kvinna, sum hevur sína føstu gongd í eina kirkju á útoyggj, er Inga Tórarenni, sum býr í Skúvoy.

Har er støðan tann sama sum í Hattarvík: Tey eru ikki nógv ið samlast til gudstænastu í bygdini, har tað sambært Hagstovuni búgva um 30 fólk í dag.

- Nei, vit eru ikki nógv. Men vit eru kortini nøkur, slær hon rimmarfast. Og lat ongan iva vera um, at vit fáu hava brúk fyri at hoyra Guds orð.

- Vit hava eisini brúk fyri at koma saman og lova Gudi í sálmunum og bønum okkara.
Fyri Ingu er púra eingin ivi um, at verður Guds orð ikki boðað á einum staði – lítlum ella stórum – so verður staðið til eitt heiðið stað:

- Og tað merkir so aftur, at fólkið á staðnum fer fortapt, leggur hon álvarsom aftrat.

BUNDIN AT KIRKJUNI
Ein annar í trúfasta skaranum av kirkjufólki her á landi er Jóan Karl Djurhuus av Selatrað. Í meiri enn 50 ár virkaði hann bæði sum klokkari og deknur í staðbundnu kirkjuni.

Og fyri hann er so púra eingin ivi um, hvønn týdning kirkjan hevur fyri hann. Hann tekur so rámandi til: - Eg eri heilt bundin at okkara kirkju!

Sum íðin kirkjugangari ynskti hann sjálvandi, at tað gingu enn fleiri fólk í kirkju. Men sum hann sigur:

- Tað hevði verið eitt grúiligt skil, um vit ikki høvdu havt kirkjuna. Tað er ikki sunnudagur, at eg ikki eri í kirkju, segði hann í samrøðu við Jústinus Eidesgaard, tá teir báðir fyri tveimum árum síðani hittust til prát um tað at vera kirkjutænari í Fólkakirkjuni.

Hann vísir haraftrat á tann góða siðin at fara í kirkju, óansæð um hann er í tænastu ella bara vanligur kirkjugangari:

- Onkuntíð eri eg í kirkju, uttan at vera tænari, og tað er so deiliga avslappandi, sigur Jóan Karl Djurhuus.

Orð: Snorri Brend
Samansett mynd: Alnetið