Skriva út

Áhugaverd konsert í Gøtu kirkju

15.10.2019 Tíðindi


Mikukvøldið 16. oktober kl. 20.00, kunnu vit lova eina sera áhugaverda konsert saman við einum av teimum heilt góðu ungdómskórunum í Danmark, og Gøtu kirkju ungdómskóri.

Kórini fara at framføra nøkur verk hvør sær, og enda við at syngja 2 verk saman.

Altjóða luttøkan hjá okkum ger, at vit fáa nógvar fyrispurningar um kórvitjanir og felagskonsertir, og er hetta triðja av sínum slag aftaná summarstegðin.

Á konsertini verða kend verk framførd, umframt dupultkór hjá Brahms, verk eftir Eivør Pállsdóttir, Negro Spirituals og føroyskir og danskir sangir.

Kórini bæði arbeiða sera seriøst við kórsangi, og tit eiga tí at vænta eina konsert, sum kitlar væl í oyranum, og sum er bæði áhugaverd og gevandi at koma til - so vit siga bara at - vit síggjast :)