Skriva út

Advent í høvuðsstaðnum

26.11.2020 Tíðindi


Jólini nærkast í hvørjum, og er hetta høgtíðin, har stór og smá serliga gleða seg at koma í kirkju. Adventstíð er bíðitíð, og sum siður er, telja vit 24 dagar til jólaaftan. Í ár bjóða vit tykkum at taka lut í einum jólakalendara, sum er felags fyri Havnar kirkju, Vesturkirkjuna, Argja kirkju og Hoyvíkar kirkju. Mán.-leyg. kl. 17 verður eitt nú ein lítil konsert, barnasøga ella felagssangur í tí kirkjuni, sum kalendaratalið vísir. Vit kunna dagliga á Facebooksíðuni “Advent í høvuðsstaðnum”  og leggja sjálvandi upp fyri galdandi koronatilmælunum á degnum.

Árið 2020 hevur verið serligt, og enn ber ikki til at siga, hvussu nógv vit kunnu savnast til guðstænastu um jólahøgtíðina. Vit vilja gera okkara besta, soleiðis at vit trygg kunnu savnast og aftur í ár hoyra gleðiboðskapin “Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði!”

Latum okkum taka okkum av hvørjum øðrum og leggja okkum í geyma, at besta jólafyrireikingin er at leggja minni í, hvussu nógv vit náa, og verða opin fyri tí, sum nær okkum.

Bestu kvøður

Prestarnir í høvuðsstaðnum