Skriva út

3 meginreglur, sum kunnu hjálpa tær at fáa meira burturúr tíðini

22.03.2020 Tíðindi


Vanliga er gerandisdagurin hjá flestu okkara upptikin. Hvussu leingi hava vit ikki hoyrt, lisið og tosað um, hvussu strongd, vit eru av øllum, sum fyllir í lívinum? Hvussu nógv av okkum hava ikki hugsað, at tíðin ikki strekkir til? At um døgnið var 3, 6 ella 12 tímar longri, høvdu vit kanska fingið gjørt alt tað, sum vit ætlaðu ella var kravt av okkum?

So kom Covid-19 og broytti okkara gerandisdag. Nógv okkara kunnu kanska vera eitt sindur bangin og vita ikki heilt, hvat vit skulu gera og hvussu vit skulu vera. Í øllum hesum ivanum eru tó nakrir møguleikar. Nú hevur tú brádliga tíð. Tíð til at gera tað, sum tú ikki hevði tíð til áðrenn. Døgnið er ikki longt 3, 6 ella 12 tímar, men er hinvegin ikki longur fylt við øllum tí, sum áðrenn fylti tíðina. Tú hevur fingið eina gávu: Tíð. So, hvat ætlar tú tær at brúka tíðina til? Her eru 3 meginreglur, sum eg vil brúka í mínum lívi: Les meir her: