Skriva út

Høgtíðir


Jól, páskir og hvítusunna eru stórhøgtíðirnar í kirkjuárinum og verða hildnar í tveir dagar. Jól halda vit til minnis um Jesu føðing, páskir til minnis um deyða og uppreisn hansara og hvítusunna til minnis um komu Heilaga Andans til jarðar.

Aðrir høgtíðis- og merkisdagar í kirkjuárinum eru:

Allahalgannadagur (1. november, minningardagur teirra sjólátnu)

Nýggjársdagur, trettandadagur (6. januar)

Septuagesima (9. sunnudagur fyri páskir)

Seksagesima (8. sunnudagur fyri páskir)

Fastalávint (7. sunnudagur fyri páskir)

Boðanardagur Mariu (5. sunnudagur í føstu)

Pálmasunnudagur (síðsti sunnudagur fyri páskir, dymbildagavikan byrjar)

Skírisdagur (hósdagurin í dymbildagavikuni)

Langafríggjadagur (fríggjadagurin í dymbildagavikuni)

Dýrabiðidagur (4. fríggjadagur eftir páskir)

Krists himmalsferðardagur (40. dagur eftir páskadag)

Ólavsøka (28. - 29. juli) - Tjóðarhátíð okkara, sum byrjar við, at løgtingsmenn og -kvinnur saman við landsins embætismonnum og prestum í skrúðgongu fara úr løgtingshúsunum oman í dómkirkjuna til gudstænastu, har síðst setti presturin prædikar fyri fyrstu ferð á ólavsøku. Tá gudstænastan er liðug, fara løgtingsmenn og -kvinnur saman við landsins embætismonnum og prestum í skrúðgongu niðan aftur til tinghúsið, har stórt kór syngur føroyskar sangir á Tinghúsvøllinum.