Skriva út

Hanus á Gørðum skipaður í embætið sunnudagin

01.05.2024 Tíðindi

Sunnudagin 5. mai skipar Uni Næs, dómpróstur, Hanus á Gørðum í embætið sum nýggjur prestur á landssjúkrahúsinum og í varðhaldinum. Hetta verður í Vesturkirkjuni kl.11.00.

Hanus á Gørðum tekur við í embætinum 1. mai.

Hanus á Gørðum byrjaði sum prestur í 2007. Tá var hann eitt ár vikarur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi. Síðani hevur hann verið sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi.

Eftir gudstænastuna verður ein drekkamunnur at fáa hjá øllum, og høvið verður at heilsa uppá Hanus á Gørðum.

Síðani 1995 hevur Sverri Steinhólm røkt embætið sum sjúkrahúsprestur og prestur í varðhaldinum.
1. september 2023 byrjaði Sverri Steinhólm í einum nýggjum embæti sum diakonprestur í Fólkakirkjuni.