13. januar 2014
Hósvíkar kirkja verður sum nýggj
UMVÆLING: Ein av fyrstu døgunum verður farið undir eina rættiliga umfatandi umvæling av kirkjuni í Hósvík.
Tað hevur í mong Harrans ár verið arbeitt við hesi ætlanini um at dagføra ta skjótt 85 ára gomlu kirkjuna. Og nú verður tað so umsíðir framt í verki.
- Jú, her er ymiskt, sum so avgjørt treingir til ábøtur og dagføringar, sigur nývaldi formaðurin í Hósvíkar kirkjuráði, Signheðin Davidsen við Portalin.

Umframt hesar neyðugu umvælingarnar, verður kirkjan eisini útbygd fleiri staðir:

• Frammi í kór hevur verið heldur trongligt. Nú er ætlanin at víðka kórið soleiðis, at tað fær somu breidd sum restin av kirkjuni.
• Uppi á loftinum, har urgan stendur, hevur verið rættiliga trongligt. Nú er ætlanin at skapa umstøður, soleiðis at eini 12-14 fólk – kanska einamest forsangarar – kunnu sita her.
• Uttari í forkirkjuni skal gerast eitt toilett, eins og møguleikar skulu vera at heingja frakkar og jakkar frá sær.
• Ísjálvari kirkjuni verður gólvið skift út, eins og ábøtur á elektrisitet og annað verður gjørt.
• Og uttanfyri skal takið, sum hevur likið í áravís, skiftast út. Vindeyguni eru eisini í ringum standi.

- So her er talan um rættiliga umfatandi umvælingar og dagføringar, og sum koma at taka meginpartin av hesum árinum, sigur Signheðin Davidsen, ið hevur gjørt tænastu sum klokkari við Hósvíkar kirkju í fleiri ár.
- Hinvegin so fáa hósvíkingar eina heilt aðra og munandi betri kirkju at ganga í seinni í ár.
Tað er arkitekturin Gudmund Hansen, sum hevur prosjektera arbeiðið, sum er mett at kosta 4,2 milliónir krónur.
Arbeiðið skal byrja fyrsta dagin, og verður liðugt til adventina. Hesa tíðina verða gudstænasturnar hildnar í skúlanum í Hósvík.

Orð: Snorri Brend
Hósvíkar kirkja verður sum nýggj   13. januar 2014
2013 eitt gott ár hjá Fólkakirkjuni   09. januar 2014
Fólkakirkjan: Nýtt prestagjald er á veg   
Hoyvíkar kirkja: Fingið nýggjan messuakul sum gávu   09. januar 2014
Minningarhald, Nelson Mandela 30. Des. 2013. Vesturkirkjan.   03. januar 2014
Minningarløta í Vesturkirkjuni 30. des. 2013 kl. 19 Nelson Mandela   01. januar 2014
Røða løgmans á Mandela minningarhaldið 30. des. 2013   01. januar 2014