| | 09. apríl 2009 | | Skírisdagur 2009.
Lukas 22, 14-20.
| Vit sótu til borðs saman. Setningurin lýsir ein nærleika, og frástøðan hvørvur. Gomul er útsøgnin, at vit fyrst rættiliga kenna eitt menniskja, tá vit hava notið eina máltíð saman. Borðið ger nakað við okkum, og felagsskapurin um borðið er kveikjandi.
Frá gamlari tíð varð havt á lofti millum háborin fólk, hvør verdur var at sita til borðs saman við hvørjum. Harramaðurin og góðseigarin høvdu eina serstøðu, og arbeiðsfólkið át við sítt egna borð.
Kendi rómverski heimspekingurin Seneca, ið virkaði í fyrstu øld eftir Kristi føðing, broytti hugsunarháttin nakað. Spyr ikki hvør verdur er at sita til borðs saman við tær, men lat trælin sita við tína lið. Tá trælurin hevur sitið til borðs saman við teim, ið duga borðsið, verður hann upplærdur og siðaður til høviska og sømiliga atferð.
Eisini heima í Føroyum kenna vit nevnda fyribrigdið. Umborð á skipi var tað ikki óvanligt, at yvirmenninir skaffaðu fyri seg. Manningin á dekkinum át ikki saman við yvirmonnunum.
Sum á sjónum so á landi. Tað var tann tíð, tá prestarnir ótu við búgvið borð at kalla einsamallir. Í prestatilhaldinum var ein durur, ið einans varð nýttur av presti, tá hann var á umreisu ella vitjaði.
Sjálvt um vit í dag hugsa øðrvísi, eiga vit at umrøða forna siðvenju við virðing og hóvsemi. Tað lá nakað av virðing aftan fyri nevndu atferð, og tað at sýna virðing er altíð hóskandi.
Tíbetur, tykist mær, er nógv broytt til tað betra. Tað er ikki einvíst rætt tá sagt verður, at allar broytingar eru til tað verra. Virðing og tolsemi eru tvey lyklaorð, tá samskiftið millum einstaklingar og samskiftið millum ymiska mentan og lívsfatan skal greinast.
Tá talan er um virði og mannarættindi er felagsskapurin um borðið ein sterk mynd. At verða boðin til borðs ella koyrdur frá borði, tað er hvør sítt, tað er sum dagur og nátt.
Tað var eisini ein tíð í søgu Føroya, at tey, ið vit mettu øðrvísi, máttu flyta av landinum. Ivaleyst var hetta av verkligum ávum, tí umstøðurnar vóru ikki til vildar. Men hugburðurin var ikki beinleiðis stimbrandi, og tað var torført at vera avvarðandi. Virðing og javnbjóðis mannarættindi eru hóskandi orð rundan um borðið.
Ivaleyst skulu nógv ymisk atlit takast til tess, at eitt borðhald skal eydnast væl. Tað eru mangir leikir í longum talvi. Hinvegin skal einans ein finna flytast í talvinum, so borðhaldið fær ein óunnilig dám. Skulu vit vera vís í, at eitt borðhald miseydnast, skulu vit einans koyra ein persón frá borðinum. So hongur ein færri av ófrættakendum í luftini, og júst hesin dámur smakkar at matinum.
Skírisdag snýr tað seg um eina máltíð, - hin heilaga kvøldmáltíðin. Jesus og ápostlarnir sita til borðs. Jesus talar um líðing og deyða, og hann kunnar ápostlarnar um týdningin av deyða sínum.
“Hetta er likam mítt, sum fyri tykkum verður givið. Gerið hetta til áminning mína!”
“Hesin kalikur er hin nýggi sáttmálin í mínum blóði, sum verður helt út fyri tykkum.”
Sjálvt um hin heilaga kvøldmáltíðin var innsett saman við einum avmarkaðum skara av fólki, saman við ápostlunum, so fevnir Jesus í sínum kærleika øll heimsins fólkasløg og hvørt menniskja.
Tað er ómøguligt, at øll altíð eru til alt samstundis. Tað er alment góðkent, at vit viðhvørt kunnu eta eina máltíð saman við teimum, ið vit samstarva við ella á serligan hátta hava samskifti við. Ein slík avmarking kann enntá verða skilagóð, tí serlig atlit verða tikin at t.d. familjuni, arbeiði ella fakligum innihaldi. Ápostlarnir skuldu jú beinleiðis nýta kvøldmáltíðina sum fyrimynd og amboð í Guðs ríkis boðan.
Jesus dró fólkið at sær, og fólkið var hansara virkisøki. Ikki einans útvald, men fólkið í síni breidd. Viðhvørt færri, til aðrar tíðir fleiri. Talan var ikki um mótstríðandi framferðarhátt, men einans verklig atlit. Jesus ynskti at tæna sakini og tæna hinum einstaka.
Eisini rundan um borðið dró Jesus fólkið at sær. Hann sat til borðs saman við teimum, ið átrúnaðarliga samtíðin metti óhóskandi. Hann sat til borðs saman við tollarum og syndarum. Hin heilagi, syndafríi og reini. Frelsarin Jesus setti dám á borðhaldið. Náðin og kærleikin fyltu rúmið, tá Jesus sat til borðs saman við tollarum og syndarum og át saman við teimum.
Í hini heilagu kvøldmáltíðini staðfesti Jesus Guðs ætlan. Guð er kærleiki, og hann ger borðið búgvið, har vit verða boðin at eta tann mat, ið veitir sálini føði.
Í dag eru vit upptikin av teim fátæku londunum í triðja heiminum. Tað er svárt at síggja neyðina bæði heima og longri burturi. Sælur er hvør tann, ið eftir førimuni avmarkar neyð og vesaldóm.
Møguliga áttu vit í tráðan eftir tímiligum ágóða at givið sálini størri gætur. Á sama hátt sum fólk doyggja í hungri, á sama hátt kunnu vit misfarast, um sálin ikki fær stimbrandi føði, ið gevur merg til andan.
Jesus eigur nakað at geva hinum einstaka, ið veruliga munar. Tey, ið hava etið lívsins breyð kunnu vitna saman við alheimskirkjuni, at Jesus er meira enn alt annað. Ikki einans tað, at hann varpar ljós inn yvir tað æviga lívið. Eisini jørðin og tað tímiliga verður ríkari, har Jesus er lívsins breyð.
“Eg eri lívsins breyð. Fedrar tykkara ótu manna í oyðimørkini og doyðu. Hetta er breyðið, sum kemur niður av himni, at tey skulu eta tað og ikki doyggja. Eg eri hitt livandi breyðið, sum kom niður av himni; um nakar etur av hesum breyði, skal hann liva allar ævir; og breyðið, sum eg skal geva, er hold mítt, sum eg skal geva heiminum til lívs.” (Jóh. 6,48-51)
Rundan um borðið verða sannleikar bornir. Sannleikin sær dagsins ljós, og orðini binda saman. Nakað av tí, ið verður sagt, doyr burtur, tá løtan er runnin. Annað fúnar og ferst, sum tíðin rennur. Nøkur gullkorn verða søgd og ritað í klett, og teirra aldur er æviga ungur.
Mæta skaldið, Janus Djurhuus, sigur nøkur væl vald orð um V. U. Hammershaimb og vísir á týdningin, sum hann hevur havt fyri Føroyar.
“Hammershaimb skapti Føroyingum eitt skriftmál og harvið brynjaði teir til eitt fólk, eina tjóð...”
Og Janus nýtir eina vakra myndatalu : “Tá eg skal nýta eina mynd, ið lýsir Hammershaimb og verk og virki hans, so rennur fram fyri meg henda : Ein lítil maður við fínum mildum andliti stendur fyri háaltarinum í tí dómkirkju, ið eitur Føroyar. Hann lesur messuna á føroyskum máli fyri Føroya fólki. Á altarinum brenna nógv ljós, ið tær mildu veittrar tendraðu, sum góvu honum vit og megi at vísa Føroya fólki á ta leið, ið ber mót stjørnunum.”
Stór orð um prestin og próstin Hammershaimb, ið var føddur í Sandavági Mariumessudag, 25. mars 1819.
Á nýti ára degi Hammershaimbs yrkti Janus Djurhuus hesi mergjaðu orðini sum eina kvøðu til hin gamla próstin.
“Fáir finnast frægir her á foldum,
følnar, sprettur ævugt ætta fjøld,
flestramanna lív er rit í moldum,
támut søga, tá ið endar øld.
Navnið veit eg eitt, i klettum ritað,
lýsir gylt, nú nærkast hvíldarkvøld;
mildar veittrar tendraðu ein vita,
Føroyum stjørnuleið frá øld til øld.”
Áhugavert er at staðfesta, at tað kirkjuliga umhvørvið bæði innan og uttan kirkjugátt hevur fostrað mætar menn og kvinnur. Føroysk mentan, list og handverk hevur notið væl av samrøðuni um borðið. Eisini innan skúlans veggir er væl fingið burturúr : Føroya mál, málrøkt, bíbliutýðingar, sálmar, sangir, málningalist og tónasmíð.
Tað er vert at steðga á, minnast og fagna. Føroya mál, okkara stoltleiki og prýði. Føroya mál, okkara samleiki.
Eitt ríkidømi at prædika evangeliið um Jesus á móðurmálinum.
Vit eru mong, hvørs navn kennist ritað í moldum.
Tey eru færri, hvørs navn stendur ritað í klettum.
Men felags fyri alla mannaættina er, at eitt borðkort við navni hins einstaka er ritað í Guðs ríki. Vit eru vælkomin til borðs saman við Jesusi. Vælkomin eru eisini tey, sum at kalla einki megna. Tað er so at siga opið hús í Guðs ríki.
Amen.
((Hátíðargudstænasta í Sandavágs kirkju 9. apríl 2009. Hammershaimb varð fagnaður og mintur við gudstænastu, fyrilestrum og sangi, nú hundrað ár eru liðin, síðani hann andaðist.))
Kelda : J. H. O. Djurhuus, Yrkingar 1898 – 1948, Mentunnargrunnur Studentafelagsins 1998.
|
|
|
|
|
| Prædika til 1.s.e.trinitatis í Havnar kirkju, sjónvarpað.
03. juni 2013 |
| Hvítusunnudag 2013
Tekstur: Jóhannes 14, 23-31. 24.05.2013 |
| Prædika til 3. sunnudag eftir páskir hildin í Christianskirkjuni hin 21. apríl av Magnus Brahé Jørgensen, presti:
23. apríl 2013 |
| PARADÍSIÐ ER TÍTT VEGNA JESU UPPREISN 02. apríl 2013 |
| ”Borin í heim av Mariu moy”
20. mars 2013 |
| 2. s. í føstu(24.02.) 2013 í Vesturkirkjuni, Tórshavn
25. febr. 2013 |
| Sunnudag sexsagesima fyrra trekstarøð: Lukas 8, 4-15. 05. febr. 2013 |
| Prestvígsla / talan hjá biskupi.
27. januar 2013 |
| Prædika til Trettanda kvøld sunnudagin 6. januar 2013.
07.01.2013 |
| Gleðilig jól øll somul! 22. des. 2012 |
| Prædika fyrsta sunnudag í advent - 2. desember 2012
04. des. 2012 |
| Minningargudstænasta deyð pinkubørn 05. nov. 2012 |
| Prædika í samband við 75. ára føðingardagin hjá Tjørnuvíkar kirkju.
25. okt. 2012 |
| Prædika í Kollafjarðar kirkju 23. september 2012 kl. 11
16.s.e.trin. - útvarpað
Sálmar: 161 – 345 – 298 / 323 –358 – 417 – 193
Theodor Eli Dam Olsen
23. sept. 2012 |
| Prædikur: Hann er friður okkara. & Ver við í leikinum - kenn tína ábyrgd.
16. august 2012 |
| Prædika Ólavsøkudag í Havnar kirkju 29. juli 2012 |
| 4. s. e. trin.(01.07.) 2012 í Vesturkirkjuni, Tórshavn
05. juli 2012 |
| Trinitatis sunnudagur 3.juni 2012 í Christianskirkjan 04. juni 2012 |
| Pinseprædiken 23. mai 2012 |
| Prædika til Dýra biðidag 4. mai 2012 05. mai 2012 |
| Erland Beder, jarðarferð úr Havnar kirkju 9. apríl 2012.
26. apríl 2012 |
| Lívið sigrar við grøv og leiði! 04. apríl 2012 |
| Sunnudagur í føstuinngangi(19.02.) 2012 í Havnar kirkju kl. 11
20. februar 2012 |
| Prestvígsla í Dómkirkjuni 29. januar 2012.
31. januar 2012 |
| Prædika til 3. sunnudag eftir trettanda - fyrra tekstarøð.
18. januar 2012 |
| Prædika til 1. sunnudag eftir trettanda - seinna tekstarøð
03. januar 2012 |
| Prædika í Vestmanna / Kvívík
27. november 2011
Fyrsti sunnudagur í advent
Sálmar: 88 – 87 – 83 / 286 - 82
05. desember 2011 |
| Hetta heilaga evangeliið til 1. sunnudag í advent skrivar Lukas evangelistur í 4. kapitli, ørindini 16 til 30:
28. november 2011 |
| Vani - umvending.
Tekstur eftir 2. tekstarøð til 1. sunnudag í advent:
Lukas 4,16-30 við serligum denti á 16. v.
21. november 2011 |
| Hoyvíkar kirkja 23. oktober 2011.
26. oktober 2011 |
| Prædika í Hoyvíkar kirkju 15.s.e.trin. 2.oktober 2011 kl.11.00.
06. oktober 2011 |
| Prædikan hjá Davidi Johannesen ólavsøkudag 2011. 1. Tekstarøð : Matt. 16, 24-27.
29. august 2011 |
| Minningargudstænasta 27. juli í Havnar Kirkju í sambandi við sorgarleikin í Noregi.
01. august 2011 |
| 3. s. e. trinitatis 2011 – hátíðarhald / Mikkjal á Ryggi.
Lukas 15,1 – 10.
12. juli 2011 |
| Skapanarsunnudagur
Náttúra og umhvørvi
1. sunnudag eftir tríeindardag
Glyvra kirkja
28. juni 2011 |
| 2. hvítusunnudag
13.06.11.
kl. 11.00
Hest kirkja 100 ár
Bergur D. Joensen
15. juni 2011 |
| Prædika til 5.s.e.páskir. Vesturkirkjan. 30. mai 2011 |
| Felagsgudstænasta í Fríkirkjuni Oasuni týsdagin 26.apríl, 3.páskadag, 2011 kl.19.30.
26. apríl 2011 |
| Jarðarferðarprædika í Havnar kirkju 27. mars, tá Axel W Tórgarð fór til gravar. Tekstur J 3,16
29. mars 2011 |
| Prædika við Gjógv sunnudag seksagesima 27.02.2011 kl. 12 (Sjónvarpað).
07. mars 2011 |
| Prædika í Funningi sunnudag septuagesima 20.02.2011 kl. 12 (útvarpað).
01. mars 2011 |
| Innsetingarprædika í Hvalvíkar kirkju 4.s.e.trettanda, 30.januar 2011
17. februar 2011 |
| Prestavígsla í Havnar kirkju 16. januar 2011.
18. januar 2011 |
| Prædika til Nýggjársdag. 1. januar 2011. 1. tekstarað.
Í Christianskirkjuni. Kl. 11. altargangur.
Av Magnus Brahé Jørgensen.
01. januar 2011 |
| Jóladagur
1. tr. : Luk. 2, 1-14.
21. desember 2010 |
| Missiónshúsið í Vestmanna 12. desember 2010 – vígsla!
13. desember 2010 |
| Gudstænasta Alla halganna dag í Dómkirkjuni 09. november 2010 |
| Minningarhald í Mykinesi – 40 ár síðani flúgvarin datt niður.
28. september 2010 |
| Prædiken til 14. søndag efter Trinitatis, den 7. sept. 2010.
Biskop Elisabeth Dons Christensen 15. september 2010 |
| Prædika Ólavsøkudag 2010 í Havnar kirkju, dómkirkjuni.
Uni Næs, dómpróstur 10. auguat 2010 |
| Prædika Ólavsøkudag 2010 í Havnar kirkju, dómkirkjuni.
Uni Næs, dómpróstur 10. auguat 2010 |
| Prædika Ólavsøkudag 2010 í Havnar kirkju, dómkirkjuni.
Uni Næs, dómpróstur 10. auguat 2010 |
| Fjórða sunnudag eftir trinitatis 2010.
2. tekstarøð : Matteus 5,43-48.
28. juni 2010 |
| Prædika í Christianskirkjuni á Norðoyastevnu 06. juni 2010 |
| Niels Pauli Danielsen
Trinitatis sunnudag(30.05.) 2010 í Havnar kirkju 30. mai 2010 |
| 6. s. e. páskir – 2. tekstarøð : Jóhannes 17,20-26. 18. mai 2010 |
| Prædika í K.k.
3. sunnud. e. páskir
25.04.10. kl. 12.00
70 ára dagin eftir at Merkið varð góðkent
28. apríl 2010 |
| Prædika sunnudag 31. januar 2010 26. mars 2010 |
| Prædika í Kvívíkar kirkju – innsetingarguðstænasta
Theodor E. D. Olsen
Sunnudag í føstuinngangi 14. februar 2010
19. februar 2010 |
| Dómpróstainnseting 01. febr. 2010 |
| Prædika í Vesturkirkjuni
20. desember 2009
4. sunnudag í advent
Bergur D. Joensen
23. desember 2009 |
| Guðstænasta í Eiðis kirkju 22. nov. 2009 08. desember 2009 |
| Prædika 23.s.e.trin., 08. november 2009 í Bønhúsinum á Hellunum 14. november 2009 |
| Prædikan 16.s.e. trinitatis 28. september 2009 |
| Gudstænasta 8. sunnudag eftir trinitatis 2. august 2009 01. september 2009 |
| Prædika ólavsøkudag 2009 í Havnar kirkju. Sálmar 585 516 234/326 369.
24. august 2009 |
| Hvítusunnudagur 2009
1. tr. : Jóhannes 14,23-31.
08. juni 2009 |
| 6. s. e. páskir - 2009
1. tr. : Jóhannes 15,26ff & 16,1-4. 29. mai 2009 |
| Prædikan suðuri í Sandvík 26. oktober 2008
01. nov. 08 |
| Prædika í Sumbiar kirkju 1. mars 2009.
9. mars 2009 |
| Tala við standmyndina av Victori Danielsen.
|
| Ólavsøkuprædikan 2008
31. juli 2008 |
| Prædikan 13. juli 2008 í gomlu kirkjuni í Gøtu
Tróndar dagar - Gamla kirkjan í Gøtu 13. juli 2008 |
| Tvøroyrar kirkja hundrað ár
Krists himmalsferðardagur 2008 |
| Prædika til Fyrsta Sunnudag eftir páskir.
|
| Afsked Hoyvik kirke marts 2008
|
| Prestavígsla í Kvívík
|
| Grøvin var tóm
Páskaprædika 2007 |
| Páskaprædika
Páskaprædika 2007 |
| Føstuprædika
Føstuprædika 2007 |
| Nýggjárið 2007
Prædikan jan. 2007 |
| Jólaprædika Prædikan des. 2006 |
| Prædika minningardag teirra sjólátnu 1. nov. 2006
Prædikan november 2006 |
| Prædika til 16. sunnudag eftir trinitatis í Leirvíkar kirkju.
Prædikan oktober 2006 |
| Prædika til 4. sunnudag eftir trinitatis 2006.
Prædikan juli 2006 |
| Prædika 2. sunnudag eftir trininitatis, 2. tekstarøð, Dals kirkja
Prædikan juni 2006 |