05. mai 2012
Prædika til Dýra biðidag 4. mai 2012
Hetta heilaga evangeliið skrivar Matteus evangelistur í 7. kapitli, 7.-14. ørindi, og tað ljóðar so í Jesu navni:

Biðið, so skal tykkum verða givið; leitið, so skulu tit finna; bankið uppá, so skal verða latið upp fyri tykkum. Tí at hvør tann, ið biður, hann fær, og tann, ið leitar, hann finnur, og tí, ið bankar uppá, skal verða latið upp fyri. Ella hvør er tann maður tykkara millum, sum vil geva syni sínum ein stein, tá ið hann biður um breyð? Ella man hann vilja geva honum ein orm, tá ið hann biður um ein fisk? Um tá tit, ið ónd eru, vita at geva børnum tykkara góðar gávur, hvør mikið meira skal tá faðir tykkara, sum er í himlunum, geva teimum góðar gávur, ið biðja hann! Alt tað, sum tit tí vilja, at menn skulu gera móti tykkum, tað skulu tit eisini gera móti teimum; tí at hetta er lógin og profetarnir. Gangið inn um hitt tronga portrið; tí at vítt er portrið, og breiður er vegurin, ið førir til undirgangs, og mong eru tey, ið ganga inn um tað; tí at trongt er portrið, og mjáur er vegurin, ið førir til lívs, og fá eru tey, ið finna hann.

Amen.

Prædika:

Biðið! Søkið! Bankið uppá! Tað er, tað Jesus bjóðar sínum áhoyrarum at gera. Biðið! Søkið! Bankið uppá! Komið fram! Ikki læsa tykkum inni við tykkara stúran og trega. Svarið aftur! Og tit fáa! Tit skulu finna! Latið skal verða upp fyri tykkum!

Tí, sum einki tørvar, hevur einki at biðja um. Tann, sum ikki hevur mist, leitar ikki. Standa hurðar upp á bak,nýtist einum ikki at banka uppá. Hann ella hon livir ikki, elskar ikki og hevur ongantíð gjørt tað. Tí ein og hvør, sum livir og elskar, kennir til óttan fyri at missa – og hevur kanska roynt tað fleiri ferðir longu.

Vit kunnu hava mist onkran, vit vóru góð við – deyðin ella skilnaður kom upp ímillum. Mist seg sjálvan burtur – kanska er ikki brúk fyri einum meir – á arbeiðsplássinum, í hjúnarlagnum, í mun til børnini? Og hvør er ein tá – tá alt tað, sum ein skilti seg sjálvan út frá – er horvið?

So standa vit har, avbard og einsamøll, í skuggadali – hvussu koma vit so fram á leið? Biðið, so skulu tit fáa, søkið, so skulu tit finna, bankið uppá, so skal vera latið upp fyri tykkum. Tí soleiðis skal tað vera. Tað er Harrin sjálvur, sum talar!

Ófatuligt, ella hvussu? Kanska passar hetta ikki. Hvat skulu vit biðja um, og hvat fáa vit?

Hvørjum skulu vit leita eftir, og hvat finna vit? Hvørja hurð skulu vit banka uppá, kanska? Og hvat síggja vit, tá hon opnast? Vit skulu ikki seta slíkar spurningar, tí tað eru ikki vit, sum skulu finna loysnirnar. Biðið, leitið og bankið uppá. Tað er tað, vit skulu gera. Og taka ímóti tí, sum verður givið okkum, og tað sum vit finna, fer ígjøgnum tær dyrnar, sum opna seg fyri okkum.

Tað snýr seg um álit. Barnsligt álit. Á henda hátt vendir eitt lítið barn sær til foreldur síni – við áliti. Við álitið á, at tey eru størri og sterkari – tey bæði kunnu og vilja hjálpa mær. Eg kann siga frá tí, sum plágar meg – og tað eru tey, sum leggja uppí og hjálpa.

“Eg eri svang”, sigur barnið við pápa ella mammu, tí tey kunnu geva teimum mat. Barnið hugsar ikki: er tað ikki meir at eta, nú má eg hungra, tí hvar fái eg mat? Barnið vendir sær til ein vaksnan í áliti á at tey kunnu broyta støðuna.

Ein nýtist ikki at hava børn sjálv/ur, fyri at skilja, hvat Jesus meinar við, tá hann fortelur um faðirin og sonin. “Hvør gevur soni sínum ein stein, tá hann biðjur um breyð, ella ein orm, tá hann biðjur um ein fisk?” Sjálvt um ikki øll hava verið foreldur, so hava øll verið børn. Og sjálvt um ikki øll hava havt ábyrgdarfull og elskulig foreldur, so veit ein og hvør, hvussu foreldur eiga at vera við børn síni.

Tá alt er sum tað eigur, so geva foreldrini børnum, tað, teimum tørva – dagliga umsorgan, vegleiðing og leiðbeining, kærleika og nærveru. Vit royna, eftir førimuni, at geva børnum bestu fortreytir fyri einum góðum lívi.

Vit vita, at tørvurin hjá barninum mangan verður settur fram um. Hetta sermerkir serliga tað fyrstu tíðina, tá foreldur bæði seta svøvn og mat til síðis til fyrimuns fyri lítla barni, sum er prísgivið hjálpseminum hjá teimum vaksnu. Soleiðis er tað mangan. Børnini venda sær til okkara í sorg og gleði og vit finna ein útveg.

Og tá tað er ein sjálvfylgja, hví er tað ringt at skilja, at vit skulu biðja, leita og banka uppá, eins og Guds børn, so fer faðir okkara í himmalinum at geva okkum. Vit kunnu biðja Faðirvár, sum hann hevur lært okkum.

Vit eru skapaði í Guds mynd, so vit líkjast honum. Tí kann Jesus brúka myndir av okkara kærleika til at siga nakað um Guds kærleika. Ikki alt er sagt um Gud, tí vit samanlíkna hann við ein góðan faðir. Men okkurt týdningarmikið er sagt.

Tak kærleikan, tú kennir úr lívinum og ferfaldað við Guds kærleika. So skilja vit betur, at vit skulu biðja, leita og banka uppá – taka ímóti, finna og fara um dyr, sum eru opnar fyri okkum, taka teir møguleikar, sum eru.

Kærleikin ger, at vit ikki kunnu vera glað, um tey vit elska ikki eru glað. Vit kunnu ikki njóta matin, um tann vit elska einki hevur. Tí teirra hungur er okkara hungur. Teirra pína er okkara pína. Og av og á ásanna vit, at vit hvørki kunnu metta ella linna pínu. Kanska hevur tú hvørki breyð ella fisk. Men tú kann geva av tí, tú hevur, um tað so bara er teg sjálvan.

Soleiðis var Jesus. Hann ikki bara gav seg sjálvan, hann gav okkum alt. Likam og blóð. Tað gevur hann framvegis. Tann kærleikin, sum heldur fram, har vit noyðast at gevast.

Tað veit Jesus væl. Hann veit, at mark er fyri okkara kærleika. Jesus upplivdi tað jú sjálvur: menniskju sviku. Soleiðis hevur tað verið alt síðan menniskja valdi heldur at líta á egna mátt og megi. So máttu vit hava reglur fyri at kunna liva saman: Lógin og profetarnir, sum verða til gyltu regluna.

Hin gylta reglan

Mt 7,12: ”Alt tað, sum tit tí vilja, at menn skulu gera móti tykkum, tað skulu tit eisini gera móti teimum; tí at hetta er lógin og profetarnir.”

Einfalt – ikki at liva eftir, men at skilja. Hetta er vanligt vit og skil. Ein nýtist ikki at vera trúgvandi fyri at síggja tað. Bara ítøkiligt. Um tingini ikki skipa seg sjálv, so mugu vit fáa tað at bera til.

Henda talan – Fjallaprædikan – snýr seg fyrst og fremst um, hvat vit skulu gera, hvussu vit skulu bera okkum at. Hvønn veg, vit skulu ganga.

Vegurin til lívs

Mt v13 Gangið inn um hitt tronga portrið; tí at vítt er portrið, og breiður er vegurin, ið førir til undirgangs, og mong eru tey, ið ganga inn um tað; v14 tí at trongt er portrið, og mjáur er vegurin, ið førir til lívs, og fá eru tey, ið finna hann.

Hvør er tað, sum velur vegin til fortapilsi og glatan. Tað kann so væl vera vit sjálvi, tí vit hava ábyrgdina! Tí vítt er portrið og breiður er vegurin. Og tað er hin lættasti veguri. Einki er lættari enn at velja hin breiða vegin, har vit kunnu seta fulla ferð á og yvirhála alt. Við fullari ferð uttan at geva okkum far um vakurleikan ella hava ans fyri líðingini rundan um okkum.

Hvønn veg velja vit? Tað kann avgera ikki bert okkara egnu lagnu, men eisini lagnuna hjá øðrum. Tað, sum freistar her og nú, er tað minsta stríð av her og nú, men tað kann fáa álvarsligar avleiðingar.

Tað kostar at liva og at elska. Tað er eitt stríð mangan. Far inn um hitt tronga portrið. Men tú kann eisini velja tað, sum er beint fram – hitt víða portrið, hin breiða vegin. Tú kann velja fortapilsi ella glatan fram um lívið. Lat okkum velja lívið.

Amen.

Prædika 3. s. e. trinitatis Bergur D. Joensen Luk. 15,11-32:   07. juli 2014
Prædika til hvítusunnudag – fyrru tekstarøð.  11. juni 2014
Annan s. e. páskir 2014 2. tekstarøð: Jóhannes 10,22-30.   08. mai 2014
“Kærleiks logi tín og megi” Langa fríggjadag 2014 (Glyvra kirkja)   28. apríl 2014
2. páskadag(21.04.) 2014 í Havnar kirkju   22. apríl 2014
Prædika triðja sunnudag í føstu   31. mars 2014
Prædika kl. 12 við Norðskála 1. sunnudag í føstu 09.03.14 (sjónvarpað).   10. mars 2014
Av kærleika vil mín frelsari doyggja   03. mars 2014
Sø. Seksagesima, 2. tekstrække: Mk4,26-32. Vágur 75 år.   25. februar 2014
Hetta heilaga evangeliið skrivar Matteus evangelistur í 25. kap. 14 – 30, og tað ljóðar so í Jesu navni:   17. febr. 2014
Innsetingartala í Fuglafjarðar kirkju - Havstein Klein  29. januar 2014
Prædika í Vesturkirkjun 12. januar 2014 1. sunnud. e. trettanda Bergur D. Joensen   14. januar 2014
”Stjørna leiddi vísmenn fyrst” Trettanda dag jóla Bønhúsið í Søldarfirði 2014   09. januar 2014
Jóladag 2013 í Klaksvíkar kirkju   30. des. 2013
Juleprædiken   18. des. 2013
Prædika 1.s. í advent Sálmar: 82-89-53-4.   03. des. 2013
Prædika til allahalgannadag í Havnar kirkju 1.novembur 2013 klokkan 20.   08. nov. 2013
Prestvígsla í dómkirkjuni 15. september 2013: Marjun í Kálvalíð.   16. sept. 2013
“Far tú og ger so við!”   26. august 2013
Hetta heilaga evangeliið til Ólavsøkudag skrivar Matt. evang.16,24-27   29. juli 2013
Hetta heilaga evangeliið til Ólavsøkudag skrivar Matt. evang.16,24-27   29. juli 2013
Prædika í Vesturkirkjuni 4. s. e. trin 23.07.13 kl. 11.00   01. juli 2013
Prædika til 1.s.e.trinitatis í Havnar kirkju, sjónvarpað.   03. juni 2013
Hvítusunnudag 2013 Tekstur: Jóhannes 14, 23-31.   24.05.2013
Prædika til 3. sunnudag eftir páskir hildin í Christianskirkjuni hin 21. apríl av Magnus Brahé Jørgensen, presti:   23. apríl 2013
PARADÍSIÐ ER TÍTT VEGNA JESU UPPREISN  02. apríl 2013
”Borin í heim av Mariu moy”   20. mars 2013
2. s. í føstu(24.02.) 2013 í Vesturkirkjuni, Tórshavn   25. febr. 2013
Sunnudag sexsagesima fyrra trekstarøð: Lukas 8, 4-15.  05. febr. 2013
Prestvígsla / talan hjá biskupi.   27. januar 2013
Prædika til Trettanda kvøld sunnudagin 6. januar 2013.   07.01.2013
Gleðilig jól øll somul!   22. des. 2012
Prædika fyrsta sunnudag í advent - 2. desember 2012   04. des. 2012
Minningargudstænasta deyð pinkubørn  05. nov. 2012
Prædika í samband við 75. ára føðingardagin hjá Tjørnuvíkar kirkju.   25. okt. 2012
Prædika í Kollafjarðar kirkju 23. september 2012 kl. 11 16.s.e.trin. - útvarpað Sálmar: 161 – 345 – 298 / 323 –358 – 417 – 193 Theodor Eli Dam Olsen   23. sept. 2012
Prædikur: Hann er friður okkara. & Ver við í leikinum - kenn tína ábyrgd.   16. august 2012
Prædika Ólavsøkudag í Havnar kirkju  29. juli 2012
4. s. e. trin.(01.07.) 2012 í Vesturkirkjuni, Tórshavn   05. juli 2012
Trinitatis sunnudagur 3.juni 2012 í Christianskirkjan  04. juni 2012
Pinseprædiken  23. mai 2012
Erland Beder, jarðarferð úr Havnar kirkju 9. apríl 2012.   26. apríl 2012
Lívið sigrar við grøv og leiði!   04. apríl 2012
Sunnudagur í føstuinngangi(19.02.) 2012 í Havnar kirkju kl. 11   20. februar 2012
Prestvígsla í Dómkirkjuni 29. januar 2012.   31. januar 2012
Prædika til 3. sunnudag eftir trettanda - fyrra tekstarøð.   18. januar 2012
Prædika til 1. sunnudag eftir trettanda - seinna tekstarøð   03. januar 2012
Prædika í Vestmanna / Kvívík 27. november 2011 Fyrsti sunnudagur í advent Sálmar: 88 – 87 – 83 / 286 - 82   05. desember 2011
Hetta heilaga evangeliið til 1. sunnudag í advent skrivar Lukas evangelistur í 4. kapitli, ørindini 16 til 30:   28. november 2011
Vani - umvending. Tekstur eftir 2. tekstarøð til 1. sunnudag í advent: Lukas 4,16-30 við serligum denti á 16. v.   21. november 2011
Hoyvíkar kirkja 23. oktober 2011.   26. oktober 2011
Prædika í Hoyvíkar kirkju 15.s.e.trin. 2.oktober 2011 kl.11.00.   06. oktober 2011
Prædikan hjá Davidi Johannesen ólavsøkudag 2011. 1. Tekstarøð : Matt. 16, 24-27.   29. august 2011
Minningargudstænasta 27. juli í Havnar Kirkju í sambandi við sorgarleikin í Noregi.   01. august 2011
3. s. e. trinitatis 2011 – hátíðarhald / Mikkjal á Ryggi. Lukas 15,1 – 10.   12. juli 2011
Skapanarsunnudagur Náttúra og umhvørvi 1. sunnudag eftir tríeindardag Glyvra kirkja   28. juni 2011
2. hvítusunnudag 13.06.11. kl. 11.00 Hest kirkja 100 ár Bergur D. Joensen   15. juni 2011
Prædika til 5.s.e.páskir. Vesturkirkjan.  30. mai 2011
Felagsgudstænasta í Fríkirkjuni Oasuni týsdagin 26.apríl, 3.páskadag, 2011 kl.19.30.   26. apríl 2011
Jarðarferðarprædika í Havnar kirkju 27. mars, tá Axel W Tórgarð fór til gravar. Tekstur J 3,16   29. mars 2011
Prædika við Gjógv sunnudag seksagesima 27.02.2011 kl. 12 (Sjónvarpað).   07. mars 2011
Prædika í Funningi sunnudag septuagesima 20.02.2011 kl. 12 (útvarpað).   01. mars 2011
Innsetingarprædika í Hvalvíkar kirkju 4.s.e.trettanda, 30.januar 2011   17. februar 2011
Prestavígsla í Havnar kirkju 16. januar 2011.   18. januar 2011
Prædika til Nýggjársdag. 1. januar 2011. 1. tekstarað. Í Christianskirkjuni. Kl. 11. altargangur. Av Magnus Brahé Jørgensen.   01. januar 2011
Jóladagur 1. tr. : Luk. 2, 1-14.   21. desember 2010
Missiónshúsið í Vestmanna 12. desember 2010 – vígsla!   13. desember 2010
Gudstænasta Alla halganna dag í Dómkirkjuni  09. november 2010
Minningarhald í Mykinesi – 40 ár síðani flúgvarin datt niður.   28. september 2010
Prædiken til 14. søndag efter Trinitatis, den 7. sept. 2010. Biskop Elisabeth Dons Christensen  15. september 2010
Prædika Ólavsøkudag 2010 í Havnar kirkju, dómkirkjuni. Uni Næs, dómpróstur   10. auguat 2010
Prædika Ólavsøkudag 2010 í Havnar kirkju, dómkirkjuni. Uni Næs, dómpróstur   10. auguat 2010
Prædika Ólavsøkudag 2010 í Havnar kirkju, dómkirkjuni. Uni Næs, dómpróstur   10. auguat 2010
Fjórða sunnudag eftir trinitatis 2010. 2. tekstarøð : Matteus 5,43-48.   28. juni 2010
Prædika í Christianskirkjuni á Norðoyastevnu  06. juni 2010
Niels Pauli Danielsen Trinitatis sunnudag(30.05.) 2010 í Havnar kirkju   30. mai 2010
6. s. e. páskir – 2. tekstarøð : Jóhannes 17,20-26.   18. mai 2010
Prædika í K.k. 3. sunnud. e. páskir 25.04.10. kl. 12.00 70 ára dagin eftir at Merkið varð góðkent   28. apríl 2010
Prædika sunnudag 31. januar 2010  26. mars 2010
Prædika í Kvívíkar kirkju – innsetingarguðstænasta Theodor E. D. Olsen Sunnudag í føstuinngangi 14. februar 2010   19. februar 2010
Dómpróstainnseting   01. febr. 2010
Prædika í Vesturkirkjuni 20. desember 2009 4. sunnudag í advent Bergur D. Joensen   23. desember 2009
Guðstænasta í Eiðis kirkju 22. nov. 2009   08. desember 2009
Prædika 23.s.e.trin., 08. november 2009 í Bønhúsinum á Hellunum   14. november 2009
Prædikan 16.s.e. trinitatis  28. september 2009
Gudstænasta 8. sunnudag eftir trinitatis 2. august 2009   01. september 2009
Prædika ólavsøkudag 2009 í Havnar kirkju. Sálmar 585 516 234/326 369.   24. august 2009
Hvítusunnudagur 2009 1. tr. : Jóhannes 14,23-31.   08. juni 2009
6. s. e. páskir - 2009 1. tr. : Jóhannes 15,26ff & 16,1-4.  29. mai 2009
Skírisdagur 2009. Lukas 22, 14-20.   09. apríl 2009
Prædikan suðuri í Sandvík 26. oktober 2008   01. nov. 08
Prædika í Sumbiar kirkju 1. mars 2009.   9. mars 2009
Tala við standmyndina av Victori Danielsen.   
Ólavsøkuprædikan 2008   31. juli 2008
Prædikan 13. juli 2008 í gomlu kirkjuni í Gøtu   Tróndar dagar - Gamla kirkjan í Gøtu 13. juli 2008
Tvøroyrar kirkja hundrað ár   Krists himmalsferðardagur 2008
Prædika til Fyrsta Sunnudag eftir páskir.   
Afsked Hoyvik kirke marts 2008   
Prestavígsla í Kvívík   
Grøvin var tóm   Páskaprædika 2007
Páskaprædika   Páskaprædika 2007
Føstuprædika   Føstuprædika 2007
Nýggjárið 2007   Prædikan jan. 2007
Jólaprædika  Prædikan des. 2006
Prædika minningardag teirra sjólátnu 1. nov. 2006   Prædikan november 2006
Prædika til 16. sunnudag eftir trinitatis í Leirvíkar kirkju.   Prædikan oktober 2006
Prædika til 4. sunnudag eftir trinitatis 2006.   Prædikan juli 2006
Prædika 2. sunnudag eftir trininitatis, 2. tekstarøð, Dals kirkja   Prædikan juni 2006