10. des. 2013
Navnasiðir og navnagáva
Nakrar hugleiðingar, nú stavraðið aftur er á breddanum

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Snøgg 125 ár eftir tiltikna Jólafundin í Løgtingshúsinum, ið sum evsta mál setti sær at fáa føroyingar at fylkjast um Føroya mál og Føroya siðir og verja hesi, er nú aftur kyknað upp stríð um stavraðið – at víkja frá Hammershaimbs stavraði og geva altjóða stavum sum C – Q – W – Z – X innivist í dagsins føroyska stavraði. »Tað ræður um at fylgja við tíðini og verða partur av altjóða samfelagnum,« siga c-q-w-z-x-forsprákararnir.

Tey, sum vilja hava hesar fremmandu fuglar at byggja reiður í máli okkara munnu fyrst og fremst hugsa um fólkanøvn, ikki staðar- og bygdarnøvn. Valla man tað koma upp á tal at stava soleiðis hesar bygdir: Qualba (Hvalba), Welbastað (Velbastað), Zelatrað (Selatrað), Cunoy (Kunoy) og Klaxvík (Klaksvík). Í stuttorðaðum sms-boðum á fartelefonini kanst tú onkuntíð síggja Klaksvík bert vera skrivað Klax.

Talan tykist heldur vera fólkanøvn sum hesi: Axel (Aksel), Christian (Kristian), Wilhelm (Vilhelm), Zacharias (Sakarias), Victoria (Viktoria), Christianna (Kristianna), Zita (Sita) o.s.fr. Tað ger í grundini ongan mun hjá okkum, um vit stava hesi nøvn við dupultum W ella einkultum V, X ella KS, C ella K, S ella Z. Framburðurin verður tann sami. Men uttanlands ger hetta mun. Í Onglandi verður dupult W úttalað antin sum Ú ella JÚ, t.d. new (njú), Andrew – Andrú. Í Týsklandi verður einkult V úttalað sum F.

Í skúlanum lærdu vit í søgubókini at kenna navnið á persakonginum Xerxes og siga Serses. Seinni er navnið stavað ljóðrætt Kserkses, t.d. í Bíbliusøgum Svenning Tausens. Sama var við nøvnunum Cæsar og Cicero; vit søgdu í skúlanum Sesar og Sisero. Men so kom Axel Tórgarð í latíntímanum og segði Keisar og Kikkero.

Men uttan mun, hvussu vit stava nevndu fólkanøvn, so eru og vera tey fremmandir fuglar á okkara leiðum. Tá heimastýrið tók yvir málsøkið navnalóg og landsstýrið fyri góðum tjúgu árum síðan legði uppskot fyri tingið um føroyska navnalóg við einum navnalista frá málstovninum á Debesartrøð sum fylgiskjali, var orðaskiftið í Løgtinginum heldur avlagað fyri ikki at siga ókvalifiserað, tá talan er um fólkanøvn sum part av máli okkara og tí eiga at bendast samsvarandi føroyskum málreglum. Her hugsi eg um veiktbend og sterktbend nøvn, t.d. Kári og Eirikur – hjá Kára í hvørjumfalli og hjá Eiriki í sama falli.

Ein løgtingsmaður helt lítið um kvinnunavnið Tjóðhildur Steingrímsdóttir, tí hvussu skuldu dáman í móttøkuni á einum gistingarhúsi í London siga hetta navnið, tá henda neyðars kvinna á vitjan í London skuldi biðja um eitt kamar har. Men her gav seg til kennar hitt vanliga føroyska uppgávulyndið: »Bert lúsin útlendsk er, hon ongan skriða ger«. Nevndi tingmaður hugsaði ikki um, at dáman í móttøkuni á gistingarhúsinum í London hevði við ein meldur av fólkanøvnum at gera úr øllum heimsins heraðshornum. Hon mundi neyvan vera betur útborin, tá fólk av Fiji-oyggjum, Sri Lanka, Madagaskar ella Simbabvi komu at biðja um eitt kamar.
Mundi ikki tungan mangan dagin fara í baklás? Eingin ivi um tað.

Máttur navnsins

Um sama mundið sum navnalógin var til viðgerðar var grein at lesa í bløðunum við yvirskriftini »Ikki verður dugandi maður, ið nevndur er burtur úr ætt«. Greinskrivarin helt lítið um hesi norrønu nøvnini, sum føroyingar í størri mun vóru farnir at taka eftir, t.d. mansnavið Tórur og kvinnunavnið Bára. Hitt fyrra var eftir einum heidnum norrønum gudi – og tað var ósømiligt – av tí seinna fekk hann sjóverk.

Eg kundi sjálvur ikki bara mær, men skrivaði afturímóti og segði, at einaferð man hava verið kallað burtur úr ætt í ólukkumát, tá vit góvu Hákuni, Høgna og Gunnari, Ingibjørg, Brynhild og Ásu durafjórðingin og tóku eftir eysturlendskum nøvnum sum: Daniel, Bartholomeus, Samuel og Elias, Maria, Saloma og Rakul. Við tíðini hava vit tó lagað hesi fremmandu nøvn eftir okkara tungu og mállíkindum og siga tí mansnøvnini: Dánjal, Bartal, Sámal og Líggjas. Og tey hava vunnið hevd sum føroysk nøvn og fest seg við húsanøvn, t.d. Bartalsstova og Sámalsstova.

Nevndi í somu grein, at tá dreingir vóru nevndir Bjørn, Úlvur og Ørn/Árni, so var tað mátturin hjá hesum dýrum, foreldur høvdu fyri eyga og vildu barnið skuldi hava.

Nakrar dagar seinni møtti eg einari konu í Gongugøtuni í Havn, sum hevði lisið grein mína í Dimmalætting. »Tú ert ikki í ordan,« segi hon. »At nevna lítil, fitt børn eftir dýrum. Úlvur? Tú kanst akkurát tað sama kalla ein drong hundur?«

»Nei,« sigi eg, »ein tamdur hundur ger bert vilja harra síns og verður beittur hagar, harrin vil. Har er eingin eginvilji ella eginmáttur.«

Men her veldst sjálvandi um ymiskar tjóðmentanir. Læt hesa somu konu vita, at í eysturlendskari mentan verður kúgvin hálovað sum drottur og hevur ein jaligan týdning. Í India eru kýr heilagar.

Sjálvt orðið »gud« merkir kúgv í indoeuropeiskum máli; vit finna tað í sanskrit. Í Gamla Testamenti verður yndi kvinnunar í støðum lýst sum hin »kúoygda«, sum føgur »báskvíga« o.s.fr.

Á hebraiskum merkir kvinnunavnið Lea »kúgv« (kann eisini merkja »møði«), Rebekka merkir »kvíga« og Rakul merkir »ær«. Tó at kúgvin í Føroyum hevur verið alneyðug í húsarhaldinum, so hevur hon sum myndbering av fólki als ikki jaliga merking; vit kunnu t.d. um eitt lókut fólk siga, at tað er »kúbýtt«, ella um eitt seinført fólk siga: »stendur og bínir sum ein kúgv«.

Jú, jú – tað veldst um, hvar á fold tú fjakkar.

Summi eru í dag farin at nýta sokallað hentleikanøvn. Frætti herfyri frá einum skyldmanni, sum hevði latið son sín doypa við nøvnunum Eyðun Alexander. Við tí fyrra verður drongurin nevndur í tiltalu og umtalu. Hitt seinna er hent at hava, skal drongurin út í stóru verð og eingin dugir at siga hitt fyrra navnið.

Ørgrynni av bókmentum er til um fólkanøvn, upphav teirra og siðir, ið loða uppi við teimum. Tú kanst leita tær í bókahandlar ella bókasøvn at fáa hendur á teimum. Ella leita á alnetinum.

Jødar hildu fast um síni gomlu nøvn

Halda vit okkum til navnasiðir í gamla Ísrael, so var vanligt, at barnið fekk navn, beinanvegin, tað var borið í heim. Og stóð navnið ofta í samband við viðurskifti undir burðinum ella onkrum, sum hevði borist mammuni fyri, meðan hon gekk við barninum. Og tað var mamman, ið navnið gav.
Eitt sindur seinni verður siður, at pápin gevur navnið, tá barnið verður umskorið.

Týdningurin av navninum er okkum ofta ókendur. Tær frágreiðingar, sum Gamla Testamenti viðhvørt gevur okkum, eru ofta hebraisk orðaspøl, sum lítið og einki hava uppá seg. Eyknevni eru ikki óvanlig, t.d. Pasea, ið merkir »hin lamni«, ella Karea, ið merkir »hin skalluti«. Dýranøvn verða nógv nýtt. Lea merkir kúgv, Rakul ær, Jona dúgva, Debora bífluga o.s.fr.

Eins og í Norðurlondum var í Ísrael vanligt at nýta samansetingar við gudanøvnum. Í Norðurlondum fær Tórur gudur navnlið bæði í forfesti og eftirfesti, t.d. Tórbjørn og Steintór. Í Ísrael er talan fyrst og fremst um samanseting við navnið Jahve, ið er gudur Ísraels, men eisini El, ið er felags semitiskt og merkir gud. Í gomlum døgum nýttu teir eisini navnið Ba’al, ið merkir harri. Seinni átala profetarnir harðliga henda sið, tí hetta er navnið á einum kanáanittiskum gudi. So fóru teir at nýta Adon, ið merkir tað sama. Ístaðin fyri Ba’al skrivaðu teir Bosjet, ið merkir ‘skemd’. Soleiðis verður til navnið Isba’al, sum merkir ‘harramaður’, til Isbosjet: ‘skemdarmaður’.

Seinni í tíðini finna vit navn sum Bartholomeus. Hetta er eftirnavn sum t.d. danska Hansen. ‘Bar’ er aramaiskt og merkir ‘sonur’ – á hebraiskum ‘ben’ – og merkir hetta navn sostatt: sonur Tholomeusar. Menn við slíkum nøvnum hava eisini havt fornøvn, men tey kenna vit ikki.

Tað hevur gingist teimum sum einum gomlum føroyingi, ið lá á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn. Ein kendur føroyskur prestur í Keypmannahavn, ið hevði vitjanartænastu millum føroyingar á sjúkrahúsinum, spurdi henda gamla, hvussu hann hevði tað. »Havi tað,« tók hann uppaftur, »jú, eg havi tað toliligt, men danskarar eru løgnir. Teir rópa meg Petersen. Eg sigi við teir, at eg eiti Niklas, men ikki hjálpir, teir blíva við at siga Petersen.«

Meðan tað hjá okkum er ein heil sótt at kalla børn við fremmandum nøvnum – tí tað er í okkara sokallaðu »globaliseraðu« tíð meira »praktiskt« í øllum samskifti – so hildu jødarnir í nógv ættarlið fast við teirra gomlu nøvn. Og eftir seinna heimsbardaga, tá jødar úr øllum heimsins heraðshornum fluttu aftur til gamla heimland sítt og stovnaðu ríkið Ísrael í 1948, sleptu teir nøvnunum, teir sum spjaddir jødar í ymsum londum høvdu havt og tóku gomul jødisk nøvn. Eg kann til dømis nevna, at Golda Meyerson tók jødiska navnið Meïr (ísraelskur forsætisráðharri). Soleiðis gjørdu aðrir kendir jødar, t.d. Ben Gurion, ið áður æt Grün, Levi Eshkol æt áður Scholnik, Abba Eban æt Epstein o.s.fr. Hesi fólk vóru teirra gamla ættarlandi og tess mentan trúgv.

Tá tað aramaiska málið vann á tí hebraiska, tóku jødar eisini við aramaiskum nøvnum. Umframt Bar-nøvnini kunnu nevnast nøvn sum Martha, Tabitha og Kajfas, og undir útlegdini tóku teir við babýlonskum nøvnum sum t.d. Sjesjbazzar og Zarubbabel. Í makkabearatíðini komu eisini griksk nøvn upp í part. Soleiðis broyttu jødar navnið Menahem til Menelaos og Josua og til Jason.

Og uppaftur seinni varð tað í nýggjatestamentligari tíð vanligur siður at hava tvey nøvn – eitt jødiskt og eitt grikst ella rómverskt navn, t.d. Johannes Marcus og Saulus Paulus.

Navnaskráin trupul at umsita

Síðst í 900-árunum kristnaði Haraldur kongur Blátonn danir, sum skrivað stendur á navnframa rúnasteininum í Jelling, sum tí av røttum kann nevnast »Dópsbræv Danmarkar«.

Í Danmark og hinum Norðurlondum hendi eftir kristnitøkuna um ár 1000 ein sonn kollvelting innan navnagávu. Gomlu norrønu fólkanøvnini vórðu sum fráleið í størri og størri mun avløgd til frama fyri eysturlendsk – ella bíbilsk – nøvn eins og nøvn eftir halgimennum: hebraisk nøvn sum Pætur, Ábraham, Absalon, Maria, Sára og Elisabeth og halgimenni sum Klæmint, Aleksandur, Margretha, Sesilia o.s.fr.

Tó so eru nøkur norrøn nøvn varðveitt fram til okkara dagar, t.d. mansnøvnini Haraldur, Tróndur, Sjúrður og Høgni; kvinnunavnið Guðrun er ongantíð heilt avlagt. Úr Pálsstovu í Hesti er eitt gamalt norrønt mansnavn varðveitt: Kollbjørn (framborið: Kolbein), sum nú finst í eftirnavni hjá einum einasta manni: Colbjørnsen.

Við navnalógini 4. mars 1857 verður ásett, at øll børn skulu – áðrenn tey hava fylt ár – hava fingið eitt navn. Barnið skal fáa navn sítt annaðhvørt samstundis sum tað verður doypt, ella – um tað ikki verður doypt í fólkakirkjuni – verða boðað til ministerialbøkur fólkakirkjunnar, t.e. kirkjubókin, sum prestur skrivar.

Í eini fyriskipan frá 1828 stendur, at prestur skal ansa eftir, at »intet upassaende Navn, som vedkommende kunde falde paa at foreslaa, gives noget Barn.«
Heimastýrið tók yvir málsøkið navnalóg og setti í gildi lóg hesum viðvíkjandi 8. oktober 1992.
Men tá ið tað sambært donsku lóggávuni frammanundan varð sagt, at tað er prestur, ið skal hava eyguni við navnagávuni, merkti tað, at tað var hann, ið umsat alla navnaskráseting alla staðni í danska kongaríkinum, uttan í Suðurjútlandi, har borgarlig persónsskráseting var galdandi. Í Danmark skrivaðu eisini prestar í sonevndum »anerkendte trossamfund« kirkjubøkur. Í Føroyum hava fólkakirkjuprestarnir havt alla skrásetingina um hendi.

Í »Telogisk Stat« frá 1960 verða givin trý dømi um, hvat eitt »óhóskandi« navn kann vera.

1. Dreingir mugu ikki hava gentunavn og øvugt.
2. Systkin skulu hava slík nøvn, at tey kunnu kennast hvørt frá øðrum.
3. »Herudover må præsten påse, at navnet ikke er andstødeligt, egnet til at latterliggøre barnet eller iøvrigt af en sådan art, at det kan blive barnet til byrde.«

Hesar reglur hava ikki altíð verið lættar at umsita.
Framhaldandi verður tilskilað, at prestarnir sjálvstøðugt skuldu taka avgerð, um teir halda, at tað navn, foreldrini ynskja at geva barni sínum, kann góðkennast.
Ókent er ikki, at foreldur hava givið børnum sínum navn eftir tí degi í álmanakkanum, tey vóru fødd, t.d. Maria eftir mariumessudegi (25. mars), Páll eftir pálsmessudegi (25. januar), Ólavur eftir ólavsøku (29. juli) o.s.fr. Eisini eftir vikudøgum sum fríggjadegi og sunnudegi hava dreingjabørn fingið nøvn sum t.d. Frederik og Sofus. Í eini lítlari bygd í Føroyum var ein genta fødd fjórða sunnudag eftir trinitatis. Foreldrini vildu, at hon skuldi eita eftir degnum. Tá í tíðini var alt á donskum: »Fjerde Søndag efter Trinitatis«, og gentan skuldi – sum millumnavn – eita Fjesetrine. Prestur segði kortanei. Gentan fekk millumnavnið Sofie.

Í ivaspurningum hava prestar lagt málið fyri kirkjumálaráðið, sum síðan kundi fara við tí til fólkanavnanevndina hjá løgmálaráðnum. Avgerðir hjá løgmálaráðnum, kundu skjótast inn fyri løgmálaráðið.

Ikki hevur altíð verið stuttligt at hava henda avgerðarmyndugleika, tí hugflogið kann snúgva sær so mangar undarligar vegir. Og so øll rúgvan av nøvnum, t.d. at kalla heilar bátsskipanir upp, ið eru burturgingnar. Meiningin hevur verið góð, men ikki altíð heppin, tá viðkomandi á bindandi skjal noyddist at skriva øll nøvnini, kanska eini átta í tali. Ikki eru dømini fá um, at fólk sum tilkomin eru ógvuliga hørm um tað navn, foreldrini hava givið teimum – og tað av góðari grund.

Í Danmark hevur mannagongdin verið tann, at søkjast skal um at fáa føroysk nøvn við teimum serføroysku bókstavunum á, ú, ð o.s.fr. góðkend.

Í Føroyum høvdu vit áðrenn serføroysku navnalógina, sum kom í gildi fyri góðum 20 árum síðan, ongar reglur at fylgja. Donsku reglurnar vóru ikki í øllum førum galdandi her. Og tí var tað ómetaliga torført at umsita navnaskránna.

Tá ið foreldur t.d. vildu geva einum barni eitt navn, sum prestarnir vóru vísir í, fór at volda barninum trupulleikar seinni í lívinum, høvdu teir einki at vísa á, ið kundi forða fyri, at barnið fekk hetta navnið.

»Teologisk Stat« nevnir, at í Danmark halda teir seg til, at navnið verður brúkt í tí »europæisk-amerikanske kulturkreds«, men eisini mong amerikansk nøvn ljóða ikki væl í føroyskum máli, sjálvt um tey hava vunnið sess í donskum.

Falska vørumerkið

»Okkum tørvar eina navnalóg, áðrenn fólkanøvnini í Føroyum fara heilt av skotinum. Tí eigur Løgtingið at seta niður eina persónnavnanevnd beinanvegin!«

Soleiðis tekur Petur Martin Rasmussen, prestur, til í einari grein í Kirkjutíðindum 1975.
Valskeiðið 1980-84 hevði táverandi landsstýrissamgongan (Sambandaflokkurin, Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin) sett sær fyri at yvirtaka málsøkið navnalóg, men Niels Bendtsen, ríkisumboðsmaður, gjørdi vart við, at í Heimastýrilógini var hetta málsøki hvørki nevnt í Lista A: Sermál, sum beinanvegin verða flutt til føroyska heimastýrið ella seinni verða flutt til tess eftir ynski heimastýrisins ella ríkisstjórnarinnar, ella í Lista B: Øki at samráðast um, áðrenn endalig støða verður tikin til spurningin um og í hvørjum vavi, tey kunnu verða viðurkend sum sermál.

Eftir tingingar við ríkismyndugleikarnar varð komið ásamt um, at føroyska heimastýrið kundi yvirtaka málsøkið navnalóg og lóggeva samsvarandi á tí. Úrslitið var sum nevnt føroyska navnalógin í 1992, seinni broytt í 2002 og 2007.

Tá ið átrokandi var við serføroyskari lóggávu var serstakliga hugsað um fornøvnini. Eftirnøvnini vóru ein spurningur fyri seg. Men í hesum seinna føri varð tó víst á tað órímiliga í, at tann sum fyrstur hevði fingið sær Jákupsson ella í Jákupsstovu samsvarandi klausulinum í donsku lóggávuni hevði einkarrætt til hesi nøvn, tí sum kunnugt vóru mangir jákupssynir í Føroyum eins og jákupsstovur funnust í mongum føroyskum bygdum. Javnbjóðis rættur átti at fylgja hesari sannroynd.

Ikki øll tey »keyptu« føroysku eftirnøvnini vóru líka heppin. Men tað, sum serstakliga varð hugsað um, var »sen«-eftirnøvnini. »sen« er ein brongling av »son« ella hjá okkum av tí danska »søn«.
»Við hesum eftirnavni eru tvinni viðurskifti, sum mugu tykjast okkum løgin, tá vit hugsa bert eitt lítið sindur um tey,« sigur P. M. Rasmussen í nevndu grein í Kirkjutíðindum og heldur fram:
»Tað er nakað, sum eitur ‘følsk vørumerking’; vit selja t.d. ikki neytakjøt sum seyðakjøt ella hýsu sum kalva.

Tá ið vit geva eini gentu eftirnavn við ‘sen’ er tað slík følsk ‘vørumerking’. Ein genta er dóttir pápa sín og kann aldri vera sonur hansara. Tí eiga vit at venda aftur til at skriva gentur við ‘dóttir’.«

Hesum møguleika læt føroyska navnalógin upp fyri í 1992 og úrslitið varð, at mong fóru at nýta hann sum »-son« og »-dóttir« við annaðhvørt navni faðirs ella móðurs; t.d. Símunarson,
Símunardóttir og Katrinardóttir, Katrinarson. Og nú kundu fleiri við fyriseting taka sær eftirnavnið »í Jákupsstovu«, um tey vóru ættað úr einum húsi við hesum navni.

Men meira um hitt »falska vørumerkið«:
»Tað er hetta fasta eftirnavnið, sum tey flestu av okkum hava frá langabba ella oldurabba okkara. Hví skal t.d. tann, sum hesar reglur skrivar, skrivast Rasmussen (= Rasmusson) fyri tað, at oldurabbi mín æt Rasmus? Og tað, sum verri er, hví skal kona mín, sum einki hevur við henda Rasmus at gera, skrivast við hansara navni? Tá ið pápi mín eitur Olaf, var tað einasta nátúrliga, at eg skrivaðist Olafsson, og at konan skrivaðist við navninum hjá pápa sínum, tí hon verður aldri dóttir pápa mín, hvussu ofta vit so giftast – og enn minni onnur.«

Greinskrivarin skjýtur tí upp at loyva teimum, sum vilja, at fáa sær pápanavnið sum eftirnavn bert við at siga frá til kirkjubókina, og at í framtíðini sleppa tey, sum vilja, at geva børnum sínum navnið hjá pápanum til eftirnavn. Tey føstu eftirnøvnini, sum ikki eru »sen«-eftirnøvn – t.d. Debes, Winther og Hentze – og eisini »sen«-eftirnøvnini eiga at kunna varðveitast, um tað er eftirynskjandi.

Henda bøn varð eftirlíkað við nýggju føroysku navnalógini 1992. Men í okkara javnstøðutíð, fingu møðurnar javnbjóðis rætt.

Navnið fylgir alt lívið

Við navninum fær lítla barnið pláss sum fólk millum onnur. Í húskinum, bygdini og samfelagnum. Nýføðingurin verður ein persónur. Navnið fylgir einum í lívinum og í deyðanum, tá tað verður skrivað á lista og sett á gravsteinin.

Sjáldan hevur orðaskiftið á Løgtingi verið meira kensluborið og uppreitt enn tá fyrsta navnalógin var samtykt á heysti 1992; sum høvuðsreglu miðaði navnalógin eftir, at nøvn vóru lagað eftir føroyskum málreglum og bendast samsvarandi teimum.

Seinni er lógin, sum nevnt, broytt tvær ferðir og nógv linkað, tí fólk góðtaka ikki annað, enn sjálvi at geva børnunum navn við serligum sniði, ið hevur nakað at siga hjá teimum.

Hvussu er og ikki, tað gagnar so ikki navnagávuni, at vit stríðast um stavrað, tí tað er nóg illa íligið í okkara unga skriftmáli síðan dagar Hammershaimbs.

Articon hevði lægsta tilboð  17. sept. 2014
Ikki á hvørjum ári: Barnadópur í Stóru Dímun   17. sept. 2014
Búmerkjakapping   17. sept. 2014
Sandoyar prestagjald innstillað prest   15. september 2014
Frá Hoyvíkar kirkju!  12. september 2014
Prestainnseting í Hoyvíkar kirkju  5. september 2014
Tvær umsóknir   04. sept. 2014
Karla: - KFS hevur stóran týdning fyri okkum lesandi   04. sept. 2014
Partrolara í Guðs ríki / børnini.   25. august 2014
Strendur: Brúka kirkjuhúsið til sunnnudagsskúla   21. august 2014
Lesa alt Nýggja Testamenti eftir 100 døgum   21. august 2014
Rætt til góð barnaár  14. august 2014
Prædika - Ólavsøka   31. juli 2014
Talvudagur fyri Føroysku Sjómansmissiónina   16. juli 2014
Einki atgongugjald við kirkjudyrnar   08. juli 2014
Ein prædika hjá Hanusi  08. juli 2014
Jens Jensen um halgidómin   03. juli 2014
Ein søka millum søkur   02. juli 2014
Marjun Lómaklett til Klaksvíkar   30. juni 2014
Tign innan kirkjugátt (2)  27. juni 2014
Nýggjur messuakul í Kunoy 22. juni 2014.   23. juni 2014
Tign innan kirkjugátt.   20. juni 2014
Jústinus skrivar um kirkjutænarar.   20. juni 2014
Theodor í nýtt prestagjald.   19. juni 2014
Dreingja- og gentukórið í dómkirkjuni úr Uppsala.  12. juni 2014
Nýggj Bíbliu-App frá Bíbliufelagnum.   12. juni 2014
Útigudstænastan verður aftur næsta ár.  11. juni 2014
Erla lyft sálmasangin í Vestmanna á hægri støði.   10. juni 2014
Hvítusunnuguðstænasta í London.   6. juni 2014
4 umsøkjarar.   5. juni2014
Hjálp til lívs og deyða.   4. juni 2014
Talvudagur Hvítusunnudag fyri Føroyska Bíbliufelagið.  3. juni 2014
Útiguðstænasta 2. hvítusunnudag.  2. juni 2014
Sálmafagnaður í Klaksvík.   2. juni 2014
Gøtu kirkju ungdómskór vunnið Evropeiska kórkapping.  2. juni 2014
Heimsins bestu tíðindi! – Um kristindómin í miðlunum og um at miðla kristindómin.  28. mai 2014
Nýggj týðing av Nýggja Testamenti.  27. mai 2014
Bíbliufelagið hevur aðalfund.  27. mai 2014
Theodor prædikar á ólavsøku.   23. mai 2014
Biðið og tit skulu fá.  20. mai 2014
Jákup Reinert Hansen, ph.d., nýggjur lektari í kirkjusøgu.  19. mai 2015
Søgulig mynd   10. mai 2014
Faklig ferð til Íslands   10. mai 2014
Skála kirkja / framtíðar avbjóðing  06. mai 2014
Suðurstreymoyar norðara prestagjald   05. mai 2014
IKTYS í Havn  02. mai 2014
Allir sóknarprestarnir á skeið   28. apríl 2014
Ferming og nýggjur altardúkur í Mikladals kirkju skírhósdag  23. apríl 2014
Hoyvíkingar fáa egnan prest í heyst   22. apríl 2014
Gleðiligar páskir!  14. apríl 2014
Hvat vilja vit?   14. apríl 2014
Konfirmantar: - Nú eru tað vit sum siga ja   08. apríl 2014
Próstadømisráðið hevur skipað seg  07. apríl 2014
Konfirmantar: - Prestur tosar so vit skilja hana   03. apríl 2014
Millum rørslu, ljóð og kvirru   02. apríl 2014
Valið 2014 – luttøkan 93%   26. mars 2014
Nótabókin til Sálmabókaruppískoytið komin   25. mars 2014
Dópsgávan   24. mars 2014
Vágs Kirkja og Kirkjukórið Ljómur á 75 ára degnum   24. mars 2014
Tað andaliga og verðsliga hanga saman.   17. mars 2014
Einleikin sum tema í Kvívíkar kirkju   12. mars 2014
Syngjandi grót – í Kvívíkar kirkju   12. mars 2014
Kirkjukór Laugalandsprestakalls vitjar Føroyar   12. mars 2014
”Jeg tror på kærligheden”   10. mars 2014
Føroyskur songfuglur finnur vísdóm í Bíbliuni   10. mars 2014
Nakrar føstuhugleiðingar   05. mars 2014
Stórar smáar løtur í Kunoy   04. mars 2014
Vallistarnir   26. februar 2014
Katedralurin í Suðuroy   25. februar 2014
Staðsetingin av embætunum varðveitt  24. februar 2014
Kirkjuráðið í kirkjuskipanini   20. februar 2014
Talvudagur 23. februar fyri Kirkjuligu Heimamissiónina   19. februar 2014
Maria prestur heldur andakt  19. februar 2014
Fólkakirkjan – innihald og atlit   18. februar 2014
75% av kirkjuráðslimunum á fundi  17. febr. 2014
Krossmyndin hjá Thomas Koppen  13. februar 2014
Hin dulda girndin / misnýtsla.  05. februar 2014
Løtumynd í ævinleikans kervi   03. februar 2014
FAMILJUGUDSTÆNASTA OG FYRILESTUR   03. februar 2014
SAKEUS OG SIMBA   30. januar 2014
Alt í føðurhendi er   29. januar 2014
Føroya Stiftsstjórn  27. januar 2014
Próstadømisráðið  27. januar 2014
Val verður 26. mars 2014.   27. januar 2014
Nýggjur sóknarprestur í Fuglafirði  22. januar 2014
At samskifta við Føroya biskup   16. januar 2014
Hósvíkar kirkja verður sum nýggj   13. januar 2014
2013 eitt gott ár hjá Fólkakirkjuni   09. januar 2014
Fólkakirkjan: Nýtt prestagjald er á veg   
Hoyvíkar kirkja: Fingið nýggjan messuakul sum gávu   09. januar 2014
Nelson Mandela minningarhald   20. des. 2013
Gleðilig jól!   20. des. 2013
Sálmabókaruppískoytið   16. desember 2013
Nes kirkja 170 ár  13. des. 2013
Havstein Klein innstillaður  13. des. 2013
“Mr. Handel’s new Grand Sacred Oratorio, The MESSIAH”  13. des. 2013
Havnar Kirkja 225 ár   10. des. 2013
Í orði og gerningi   2. desember 2013
Nýggj Altarbók til seinnu tekstarøð   29. november 2013
Stórfingin løta í Glyvra kirkju   25. november 2013
Fuglafjarðar prestagjald   21. nov. 2013
Vitjaðu Santa Ólavs kirkjulið   21. nov. 2013
Tøkk til Kringvarpið fyri Rødbygaard   15. nov. 2013
Góðanáttsøgur í Fuglafjarðar kirkju  15. nov. 2013
Skeið í februar fyri kirkjuráðslimum   14. nov. 2013
Góður tokki, - tey fátæku og jólini   13. nov. 2013
Eitt kirkjuhús til framtíðina.  11. november 2013
Valúrslit november 2013  6. november 2013
Valevni til kirkjuráðsvalið 2013  31. oktober 2013
Hvør ræður innan kirkjugátt?  25. oktober 2013
Hvør velur tey, ið ráða fyri borgum?  22. oktober 2013
Hvør velur prest?  22. oktober 2013
Kirkjuráðsvalið 2013  16. sept. 2013
Kirkjudagur í Kunoy   04. okt. 2013
Avbjóðingin, nú øll embætini eru mannað (m/k)   03. okt. 2013
Føroyska Bíbliufelagið sett skrivara  01. okt. 2013
Nú er kirkjan blivin gomul!   23. sept. 2013
Neyðhjálp til Sýria   18. sept. 2013
Talvudagur fyri Sunnudagsskúlan   17. sept. 2013
Marjun í Kálvalíð prestvígd   16. sept. 2013
Jórun Johannesen nýtt skrivstovufólk hjá dómpróstinum   13. sept. 2013
Marna Olsen hevur tænt kirkjuni væl   13. sept. 2013
Húsavíkar kirkja 150 ár   13. sept. 2013
Gulløldin skyggir í Oyndarfirði   3. september 2013
Marianna Debes Dahl: Verja móti tí ranga   30. august 2013
Komandi sóknarpresturin í Vestmanna   26. august 2013
Kirkjuráðsval '13: - Øll skulu føla seg væl   23. august 2013
Kirkjuráðsvalið: - Eg segði bara ja   22. august 2013
Kirkjuráðsvalið 2013  20. august 2013
Aftur til staðið, har vøggan stóð.   15. august 2013
Minnisvarðin afturlítandi framtíð   15. august 2013
150 ára hátíðardagur í Nólsoy  06. august 2013
Biskupsgarður ein sólskinssøga  26. juli 2013
Tríggjar umsóknir til kallið í Vestmanna  25. juli 2013
SUMMARFRÍ  9. juli 2013
Kirkjuráðini í Suðurstreymoyar Eystara Prestagjaldi vitjaðu í Nólsoy.   08. juli 2013
Føroyska Bíbliufelagið hevur nú fingið egið búmerkið   02. juli 2013
Nólsoyar kirkja 150 ár.  01. juli 2013
»... tá vistu vit, at Christianskirkjan var vígd«   01. juli 2013
Heimamissiónin tríggjar nýggjar heimasíður!  28. juni 2013
- Gott tá prestur vitjar  28. juni 2013
- Vit mugu taka børnini í álvara   27. juni 2013
Norðstreymoyar- og Vága prestagjald   20. juni 2013
Talvudagur fyri Føroysku Sjómansmissiónina   26. juni 2013
Hjalgrím Poulsen, deknur, in memoriam   24. juni 2013
Virðismikið ættarfæ   20. juni 2013
Christianskirkjan 50 ár.   18. juni 2013
Pastor Emeritus   13. juni 2013
Fimmti ár við biskupi   11. juni 2013
Upptøkurnar eru til signing fyri mong   4. juni 2013
Í menniskjum góður tokki heiðrar Fólkakirkjuna   31. mai 2013
Altarstakin lýsti aftur á Kirkju   31. mai 2013
Altartalvan liðug – almenn løta mánadagin   31. mai 2013
Nevndin hevur talað.  28.05.2013
Christianskirkjan útferð í Sandoynna.   27.05.2013
Jákup Kass in memoriam.   27.05.2013
Tíðindaskriv frá Christianskirkjuni 22. mai 2013.   23. mai 2013
Gudstænasta í teirri stóru kirkjuhøllini   21. mai 2013
Kórvitjan Hvítusunnudag.   16.05.2013
Fekk stein í høvdið á veg í kirkju.   16.05.2013
Útiguðstænasta.  16.05.2013
Nú skal kirkjan gerast grøn   01. mai 2013
Stórir dagar í tveimum kirkjum   01. mai 2013
Gudstænastan á ólavsøku 2013   30. apríl 2013
Skrúvuguðstænasta í Christianskirkjuni   24. apríl 2013
Ganga gomlu kirkjugøturnar   23. apríl 2013
»… einaferð eg vinni«   16. apríl 2013
Lýsingin eftir presti afturtikin.   12. apríl 2013
Her rann saman við fyrstu sjón   11. apríl
Tættir í verki Kierkegaards  09. apríl 2013
Kirkjuráðsvalið og Jesus   05. apríl 2013
»Hann skuldi verið erkibiskupur«   04. apríl 2013
Bygdu fýra kirkjur í senn   02. apríl 2013
Felagsgudstænasta í Evangeliihúsinum í Havn   27. mars 2013
Gleðiligar páskir   22. mars 2013
Prestagjaldini fjølgast   22. mars 2013
Kirkjuráðsvalið og børnini   20. mars 2013
Tá ið rúsurin er harri í heiminum   12. mars 2013
Jórun er forkvinna   12. mars 2013
UG til kirkjuráðslimir   11. mars 2013
Konfirmantalega í Nólsoy 01.- 03. mars 2013   11. mars 2013
Julinu Danielsen(1923-2013) til áminningar   04. mars 2013
Norðstreymoyar- og Vága prestagjald   01. mars 2013
Kirkjuráðsvalið og tey ungu   28. mars 2013
Væleydnað matiné í Christianskirkjuni  25. febr. 2013
Altjóða Kvinnubønardagur  25. febr. 2013
Tummas Jacobsen, prestur, farin, 87 ára gamalur   18. febr. 2013
Altarbókin á netinum   18. febr. 2013
Innlit í særda sál   15. febr. 2013
Kirkjuráðsvalið og barnafamiljan   14. febr. 2013
Á konfirmantalegu í Nesvík   14. febr. 2013
Rúgvumikil føstuskrá í Norðstreymoy   12. febr. 2013
Tríggjar ferðir Maria   06. febr. 2013
Tey eldru og kirkjuráðsvalið   05. febr. 2013
Útnyrðingur um Kyndilsmessu   04. febr. 2013
Talvudagur 3. februar fyri Kirkjuligu Heimamissiónina   01. febr. 2013
Fjørutiundi og fjórði luterski prestur í Ónagerði   01. febr. 2013
Løta, ið minnist   28. januar 2013
Prestvígsla í dómkirkjuni   25. januar 2013